Rósa Samuelsen spyr um sosial byggjarí í kommununum

16. februar 2021


Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu á almannamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um sosial byggjarí í kommununum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu nógvar kommunalar íbúðir ella bústaðir tilsamans eru í Føroyum, sum verða brúktar til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar?

 

2. Hvat verður mett er tørvurin á fleiri íbúðum ella bústøðum í teimum størru kommununum til málbólkin: einsamallir forsyrgjarar, einsamallir menn/ kvinnur og fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar?

 

3. Er munur á,í hvønn mun kommunurnar taka sær av hesum serliga málbólkinum?

 

4. Hevur ein kommuna heimild at játta pening til íløgur ella bygging av íbúðum til henda serliga málbólkin, og tilhoyrandi rakstur av bústøðum?

 

5. Hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av hesum serliga økinum og málbólkinum, landið ella kommunurnar, herundir er nøkur lóggáva, sum tilskilar, hvør hevur ábyrgdina av hesum serliga málbólkinum?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at tað er ein serligur málbólkur av okkara borgarum, sum hava sera trupult við at fáa tak yvir høvdið, og sum er dottin heilt niðurímillum í t.d. teimum bústaðarpakkum, sum tað almenna hevur arbeitt við seinastu árini og sum arbeitt verður við í løtuni. Harafturat er tað ógvuliga ymiskt, hvussu lands- og kommunumyndugleikar taka á seg ábyrgdina av hesum serliga málbólki.

 

Talan er her um sosialt bústaðarbyggjarí, sum eigur at verða tilskilað einum greitt avmarkaðum málbólki, sum fevnir um persónar, sum eru sosialt illa fyri.

 

Betri fysiskir karmar kunnu vera leiðin til at náa ynskiligar betringar á sosiala økinum. Tað kann gerast ein stórur samfelagsligur vinningur at tillaga og innrætta byggjarí eftir tørvinum hjá hesum málbólkinum. Teir fysisku karmarnir skulu seta førleikar hjá tí einstaka og virðing í miðdepilin.

 

Tað er heilt greitt, at hesin málbólkurin ongan góðan hevur í politisku skipanini hjá landinum og kommununum og er t.d. ikki partur av teimum bústaðarpakkum hjá landinum, sum eru settir í verk seinastu árini og tí, sum arbeitt verður við í løtuni.

 

At enda sigur Rósa Samuelsen, í sínum viðmerkingum, at búskaparliga og sosialt hevur tað nakrar sera óhepnar avleiðingar fyri samfelagið, at sosialt byggjarí ikki er skipað nóg væl, og at vit nærmast hava heimleysar borgarar; her verður hugsað bæði um familjur, vaksin og børn.

 

Í einum vælferðarsamfelag sum okkara átti tað at verið ein sjálvfylgja, at eisini tey, sum eru komin sera illa fyri í lívinum, fáa uppfylt ein so grundleggjandi tørv sum at hava tak yvir høvdið og hava eitt virðiligt lív. Tað er ein politisk uppgáva at hava ein nøktandi almennan sosialpolitikk og bústaðarpolitikk og at skapa neyðugu karmarnar og fjølbroytni, soleiðis at hesin málbólkur eisini hevur ein bústaðarmøguleika og fær eitt hóskandi bústaðartilboð. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur