Skíggjanýtsla á dagsskrá

10. november 2020



Eg helt ikki, tað var neyðugt at gera vart við, at verði eg vald í býráðið, so fari eg sjálvandi eisini har at arbeiða fyri børnunum í hesum tøknitíðum. Men fleiri hava spurt, hví eg ikki havi lagt nakra grein út um, hvat eg vil gera fyri børn og stóru umfatandi tøkninýtsluna hjá teimum.

 

So tí kemur greinin her. Seinastu 10 til 12 árini havi eg av mínum eintingum arbeitt við at kunna um vandarnar við tøkninýtslu, og fyrr í ár gav eg út bókina: Talgilda framtíðin - hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt. Tað er tí eingin loyna, at hetta evnið fyllir nógv hjá mær. Onkur heldur kanska, at eg eri ov restriktiv, men tað er helst tí, tey ikki hava lurtað eftir tí, sum eg sigi. Tað, sum eg vísi á, tekur altíð støði í gransking, og er ikki nakað eg haldi ella føli. Og granskingin er púra greið. Avmarkar tú tøkninýtsluna hjá børnum, so klára tey seg betri enn børn, sum ikki hava avmarkaða tøkninýtslu – og tað á øllum økjum eisini í mun til at brúka tøknina.

 

Skal tøkninýtslan hjá børnum avmarkast mugu vit hava góð alternativ til tøknina og hesi alternativ vil eg arbeiða fyri.

 

Eg lovi, at vit hvørki í dagstovnum ella skúlum gera skilaleysar íløgur í tøkni, sum ger, at børnini mennast minni og trívast verri, enn tey kunnu. Hetta merkir ikki, at skúlar ikki skulu hava tøkni, ella at næmingarnir ikki kunnu brúka tøkni í skúlum. Men at vit brúka granskingina, áðrenn vit gera íløgur. Heimsumfatandi kanningar vísa, at næmingar klára seg betur fakliga (eisini á tøkniliga økinum) í skúlum, ið avmarka tøkninýtsluna samanborið við næmingar, ið nýta nógva tøkni. Heldur enn skilaleysar íløgur, skulu vit gera íløgur í ting, sum vit vita riggar eitt nú handaligar lærugreinir, ítrótt, tónleik, at børnini í nógv størri mun sleppa at vitja listasøvn v.m.

 

Sum Heini Hátún so sigandi skrivar. Um onkur sjúka, virus ella líknandi hevði við sær lægri intelligens, avmarkað orðaútval, verri málsligar førleikar, trupulleikar at hugsavna seg, minkandi empati, svøvntrupulleikar, rastloysi, meira yvirvekt, so høvdu vit reagerað øðrvísi, enn vit gera í dag. Uttan iva vildi samfelagið tveitt nógvar pengar eftir at finna heilsubót. Skíggjarnir gera júst hesar skaðar, og tí eigur samfelagið at nýta av sínum tilfeingi til at minka ovurnýtsluna.

 

Vit verða noydd til at upplýsa foreldur, um neiligu avleiðingarnar av skíggjanýtslu hjá børnum, og um, hvar skynsomu mørkini ganga. Og vit mugu inn nógv fyrr, longu til foreldur at bróstabarninum.  

 

Eg fari at arbeiða fyri, at vit seta skíggjar á dagskrá, og vónandi fer mangt áhugavert at taka seg upp. Vónandi eru nógv hugskot og nógvar røddir umframt semjur og felagsfatan. Kanska fáa vit greið tilmæli hesum viðvíkjandi. Foreldrini eiga ábyrgdina av kæru børnunum, men vit hava eisini brúk fyri einum greiðum samfelagshugburði at halda okkum til. Annars fáa vit einki gjørt.

 

Seta tit krossin við meg fari eg eisini innanfyri hetta økið arbeiða børnunum at frama.

 

Gitte Klein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur