Hvar skal krossurin setast?

9. november 2020



Ja, kæru vinir - hvar skal mann seta krossin. Tað eru nógv góð boð, men tað góða er, at nú er alt fari at minna um hvørt annað. Faktist virkar tað til, at mann nýtist ikki at fara á val, tí øll bjóða spælilond og hundalond. Børn og gomul skula hava tað betur. Havnin skal verða grøn og góð. Bíligar bústaðir. Eina nýggja betur Karlamagnusarbreyt. Sunnan mat og ætlanirnar við Hoydølum eru nógvar. Tað eru eitt sovori bergmál av somu lyftum. 

 

Eg eri 100% við uppá alt! Men tað er ein spurningur um raðfestingar. Tað eru snøkt sagt ikki pengar til alt. Væntast kann eisini, at framtíðin er meira óviss í mun til, hvussu inntøkurnar fara at verða. Tað avhongur so øgiliga nógv av, hussu koronasjúkan herjar, og hvussu nógv fíggjarligu avleiðingarnar fara at merkja okkum.  

 

Tí er so ótrúliga umráðandi at hava tað fyri eyga, tá íløgur skula gerast. At kommunan hevur nógvar pengar at brúka er aller tiders. Men allir borgara í kommununi skulu hava gleði av hesum.  

 

Í kommununi er ikki bara Havnin - her er eisini Kollafjørður, Velbastaður, Kirkjubøur, Syðradalur, Norðadalur, Hestur, (Koltur), Argir, Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kalbak og Nólsoy. 

 

Allir borgarnir í kommununi skulu hava tað gott, og teir skulu ikki kenna seg fyri mismun. Barnagarðar, skúlar og Eldrarøkt skulu so vítt møguligt hava sama standard, bæði tá tað kemur til karmar og til fólk. Tað sama við vegum, lyktapelum o.ø. Tað skal verða trygt hjá øllum at ferðast á vegum og fortovum í kommununi. Allir borgarar skulu hava nøkunlunda somu atgongd til bussleið. Útlendingar, sum enn ikki tosa føroyskt, skulu hava sama rætt til kunning sum øll onnur. Vit gjalda øll skatt, sum búgva her. Tí skulu vit hava tað sama fyri pengarnar. 

 

Leikhús, spælilond, golfvøllir o.a kann mann so tosa um, tá mann hevur sett pengar av til alt kjarnuvirksemi. Og her má man so aftur raðfesta, hvat í gagnar flest fólkum í mun til pengarnar, sum verða settir av.  

 

Men hvat so við øllum teim gyltu lyftunum? 

 

Eg trúgvi ikki uppá at borgarin kann fella fyri hesum. Hettar er sama lag vit hava hoyrt fyrr. Enntá er kóri mannað við fleiri av teim somu. Onkur er eisini farin at keglast um hvør sum eigur ábyrgd av tí sum ikki var so gott. 

 

Hettar er tey politisku “greatest hits”.  

 

Men er tað ikki uppá tíðina at trýsta á stopp?  

 

Vilja vit, at okkara skattapengar skulu fara til fólk við tómum orðum og gyltum lyftum?

 

Eg sigi nei! Tí stilli eg upp.  

 

Um tit vilja hava ein politikara, sum setur borgaran framum, so skulu tit velja meg.  

 

Tummas Rubeksen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur