Innandura spælilandið, ið gjørdist syndabukkur

8. november 2020



Seinastu dagarnar hava fólk staðið í kø at mótmæla einum innandura spælilandi, sum eg havi talað fyri. Orsøkirnar til hesa mótstøðu eru, at normeringar á dagstovnum og ellisheimum skulu raðfestast, og at at spælilandið er at rokna sum óneyðugt fjas ella reinur vælferðarrómi. Onnur vísa á, at spælilandið ikki skal vera kommunalt, men privat.

 

Í mínari verð eru núverandi normeringarnar á dagstovnaøkinum óforsvarligar, og tí er tað ikki ein spurningur, UM normeringarnar skulu hækkast. Uppnormeringar eru ein grundleggjandi treyt, og skulu tí als ikki samanberast við spælilandið. (Sí greinina: Børn mennast ikki á samlibandi- uppnormeringar á dagstovnaøkinum nú). 

 

Eitt innandura spæliland er ikki vælferðarrómi, men EIN roynd at fyribyrgja og støðga neiligu gongdini, har alt fleiri børn og ung mistrívast. 

 

· Tá gransking vísir, at alt fleiri børn ikki duga sosialar spælireglur, sum einans verða vandar í sosialari samveru, er spælilandið fyribyrging

· Tá gransking vísir, at empatisku evnini hjá børnum eru minkaði munandi, er spælilandið fyribyrging

· Tá gransking vísir, at alt fleiri børn kenna einsemi, er spælilandið fyribyrging

· Tá gransking vísir, at alt fleiri børn, niður í barnagarðsaldur, velja teldilin fram um at spæla við javnaldrar, er spælilandið fyribyrging

· Tá gransking vísir, at alt fleiri børn brúka ómetaliga nógva tíð í einsemi framman fyri skíggjum (spæl umvegis teldu verður ikki roknað sum sosialt) er spælilandið fyribyrging

· Tá gransking vísir, at alt fleiri børn hava avbjóðingar motoriskt, er spælilandið fyribyrging

· Tá gransking vísir, alt fleiri børn ganga til fysioterapi, tí tey sita alt ov nógv við skíggja, er spælilandið fyribyrging 

· Tá gransking vísir, alt fleiri børn viga ov nógv m.a. orsakað av manglandi rørslu, er spælilandið fyribyrging

· Tá 12-13 ára gomul ikki vita sær annað at taka sær til enn at taka rúsevni, er spælilandið fyribyrging

· Tá alt fleiri familjur sita í hvør sínum rúmi við hvør sínum skíggja, er spælilandið fyribyrging

· Tá alt fleiri børn tosa enskt heldur enn føroyskt, er spælilandið fyribyrging

 

Spælilandið tænir sínum egna endamáli, og skal als ikki koma fyri normeringar.

 

Normeringarnar eru sjálvsagdar og grundleggjandi treytir bæði fyri trivnaðin hjá børnunum, men sanniliga eisini starvsfólkunum. 

 

Verður spælilandið rikið privat, verður endamálið ikki fyribyrging, men yvirskot hjá eigarunum. Og tá verður spælilandið somikið dýrt at vitja, at bert tey múgvandi hava ráð. Tí má og skal spælilandið vera kommunalt, soleiðis at øll kunnu vitja, so ofta teimum lystir. Spælilandið er ein íløga í trivnaðin og heilsuna hjá børnum og ungum, ein trivnaður sum seinastu árini er versnaður munandi. Gongdin skal vendast alt fyri eitt. 

 

Seta tit krossin við meg, lovi eg at arbeiða fyri trivnaðinum hjá øllum okkara borgarum. 

 

Gitte Klein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur