Soleiðis kann átrokandi spurningurin um íbúðartrot loysast

15. oktober 2020


Tórshavnar Kommuna eigur at hugsa effektivisering og savna so nógv av síni fyrisiting sum tilber á einum stað uttanfyri miðbýin, so hesin kann gerast meira livandi og aktivur, eisini um kvøldið við fólki, sum býr í økinum


Miðfyrisitingin hjá kommununi eigur at verða í einum depli uttanfyri miðbýin.

 

Eg veit av góðum grundum ikki, hvussu nógv hesar deildir krevja, hvussu spjaddar tær eru ella hvussu nógvar fermetrar tær upptaka í miðbýnum, men tað eigur at verða umhugsað at lagt alt hetta uttanfyri miðbýin, har eisini parkeringsmøguleikar vildi verið fyri starvsfólkini.

 

Um ein hyggur á heimasíðuna hjá kommununi sær mann hesa rúgvu av  deildum í miðbýnum:

 

Niels Finsensgøta 17:

- TEKNISKA FYRISITINGIN

- BYGGI- OG UMHVØRVISDEILDIN

- BÝARSKIPANARDEILDIN

- HÚSAUMSITINGIN

- TEKNISKA DEILD

- VERKÆTLANARDEILDIN

 

Niels Finsens gøta 31:

- TRIVNAÐARFYRISITINGIN

- BARNA- OG UNGDÓMSDEILDIN
 

Ráðhúsið, Vaglið:

- MIÐFYRISITINGIN OG MENTAMÁLADEILDIN

 

Gamla Posthúsið, Vaglið:

- SNARSKIVAN

- SOSIALA DEILD
 

Sverrisgøta 5:

- FÍGGJARDEILDIN

- KT-DEILDIN

- STARVSFÓLKADEILDIN

- HEILSU OG UMSORGANAR FYRISITINGIN

 

Hetta kundi verið gjørt í Hoyvíkini ella Havnardali ella sum partur av verkætlanini í Stjórutjørn, hví ikki tað?

 

At staðseta miðfyrisitingina í einum depli við øllum vitalum tænastum á einum stað, hevði verið ein stórur tænastubati eisini fyri borgaran og skapt effektivitet og nakrar synergieffektir.

 

Flestu av hesum hølum í miðbýnum kundu harafturímóti blivi brúkt til onnur og meira hóskandi endamál enn fyrisiting.

 

Um t.d. 50.000 m2 vóru frígivnar og útlagdar til leiguíbúðir, eldraíbúðir, kollegiu etc., so hevði mann samstundis viðvirka til at loyst átrokandi spurningin um íbúðartrot í Havn.

 

Hetta er eitt mál, sum eg vil leggja orku í at fáa undirtøku fyri, verði eg vald í býráðið.

 

Petrina Berg á Lag

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur