Mín ætlan fyri Argir

13. oktober 2020


Argir hava verið gloymdar í fleiri ár - nú er tíðin komin at nakað ítøkiligt og munagott verður gjørt fyri at menna henda stóra partin av Tórshavnar kommunu


Ein stórur partur av Argjum hevur leingi ligið gloymdur. Her eru nøkur viðurskifti, sum  kommunan eigur at gera nakað við: 

 

Gamli skúlin hevur í fleiri ár ligið í meira ella minni órøkt. Skúlagarðurin skal gerast grønur. Við grasi og trøum kann man skapa ein vakran garð. Hann skal vera ein partur av fríøkinum niðanfyri skúlan, sum víðari skal vaksa fast í Sandagerð.

 

Ein hóskandi brúgv skal setast omanfyri fossin, so mann ikki skal ganga allan leiðina eftir vegnum fyri at koma oman í Sandagerð. Inni í hesum hugnaliga umhvørvi liggur Sjósavnið, sum skal fáa enn betur karmar.

 

Argjaskúli skal so hava eitt annað endamál. Har er longu ein svimjihylur og fimleikahøll. So ein partur kundi blivi brúktur til endurvenjingar, nú mann ikki hevur bygt ein hyl afturat á Landssjúkrahúsinum. Men ein ætlan skal gerast fyri, hvussu restin av bygninginum kann flættast inn í hettar nýggja umhørvið. 

 

Vøllurin hjá AB skal hava bøtt um viðurskiftini. Har er onki, sum lívir mótir vesturættini og útsyninginum, sum eru tær vátastu ættirnar og tað veðrið vit hava mest av. Tískil skal okkurt byggjast upp fyri á vestursíðuni, sum brýtur vindin, soleiðis at leikarnir ikki blíva blástir um koll, tá teir spæla har. 

 

Gamli kirkjugarðurin skal gerast til eina lund, og minnisvarðin skal verða ein partur av hesum. Argir hevur eina aldargamla søgu, sum er um at blíva gloymd. So kirkjugarðurin skal merkjast av, og ein minnisvarði skal setast yvir Spedalskahospitalið og tey, sum liggja grivin har. Varðin hjá Andrass skal eisini flytast eitt sindur niðan, so at fólk kunna sita har og njóta tann góða sólargangin, og hyggja yvir á Havnina. Í dag stendur varðin yvir hendan megnarmann forfjónaður í vegjaðaranum. Hettar stað hevur uppiborið betur. 

 

Støðin skal lyftast uppá eitt støði, so hon kann blíva til tað perluna hon veruliga er. Tað er nokk onki havnarlag í Føroyum, sum er líka livandi sum á Argjum. Bátar sigla út og inn dagin langan. Í nátatíð og tá svartfuglurin verður skotin, luktar av svidnum fugli um alt. Hvønn dag koma fiskibátar inn. Um várið eru kapprógvarnir og venja. Tað er ikki ein keðilig løta 

 

Men tað kann gerast betur. Tann innari hylurin skal nútímansgerast. Í dag dettur mann um bóltar, sum standa úr betonginum. Har, sum dráttar niðan í neystini einaferð hava verið. Tá áarføri er, tá halda kloakkirnar ikki, og vatni rennur úr øllum brunnunum omanfyri bátahylin. Av tí sama er alt mosagrógvið og slímut og har ikki er gangandi hjá illagongdum fólki. Innari hylurin flýtur í gamlari olju og lorti. Hettar hevur sæð soleiðs út í fleiri ár. 

 

Ein terassa skal gerast nakað út í innarahylin. Tó uttan so, at nakar missir sítt bátapláss. Hettar skal so verða eitt stað, sum vit kenna tað uttanífrá, hvar fólk kunna koma og njóta tað góða veðrið, sjógvin og umhvørvið. Her skal eisini verða møguligt við cafe/matstovu-virksemi, sum vit kenna tað úr Vágsbotni. Ein brúgv kann gerast millum gomlu betongmolarnar. Hettar øki kann so aftur bindast í fríøkið niðanfyri skúlan og Sandagerð. So gera eina gøtu har fólk kunna ganga, renna og súkkla allan vegin frá Álagerði og út á Argjaboða, uttan at skula tvørtur um nakran veg. Frá Sandagerði undir skúlanum út á Høvdan og so oman á Støðna. 

 

Tað skal eisini verða møguligt at rógva framvið við kajakkini og leggja at har, í Støðni og fáa sær okkurt gott. 

 

Í dag eru tað mong, sum hava Argjaboða fast á teirra rutu, tá tey renna, ganga ella súkkla. Hettar hevði verið til stóra gleði fyri nógv.  

 

Fortovini á Argjum eru øll í knúsi, ella tað eru ongi. Mann skal leita leingi fyri at finna ein heilan kantstein. Fortovini skula gerast, soleiðs at man væl fær gingi har. 

 

Eisini má ein loysn finnast við ferðsluni á Rossagøtu og Traðagøtu. Bilar og bussar muga upp á fortovi fyri at koma framvið hvørjum ørðum - hettar er als ikki nøktandi. Á leiðini niðan har eru fleiri bleytir trafikantar. Tveir barnagarðar eru longur uppi og Verkstaðurin Vón. Tað skal verða trygt hjá øllum hesum at ferðast eftir Traðargøtu uttan at blíva yvirkoyrd.  

 

Argir hava verið gloymdar í fleiri ár - og tað er upp á tíðina at fáa hesi tingini í rættlag. 

 

Tummas Rubeksen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur