Andstøðan í lummanum hjá reiðarunum

26. juni 2020



Í dag tann 26. juni verður 3. viðgerð av skattauppskotinum viðvíkjandi sølu av veiðirættindum. Verður lógin samtykt, merkir tað, at feløg, sum eiga veiðirættindi, fáa ein serskatt á 50%.

 

Tað er fyrstu ferð, at vinningur frá sølu av veiðirættindum verður skattaður. Hesin serskattur er ikki í oljuvinnuni ella alivinnuni.

 

Hetta merkir, at feløg og einstaklingar, sum ynskja at selja seg úr vinnuni, skulu gjalda helmingin av vinninginum í landskassan. Hetta skuldi verið søtur musikkur hjá andstøðuni, men tað løgnað er, at andstøðan tekur ikki undir við uppskotinum.

 

Tey ynskja ikki, at persónar sum hava fingið ovurhonds stór virði av fólksins ogn, sum tey sjálv plaga at taka til, skulu skattast, men at hesir persónar skulu varðveita alt sjálvir.

 

Fyri at vísa, hvussu lógin kemur at síggja út, verður hon samtykt við 3. viðgerð í dag.  Eg havi tikið eitt hugsað dømi niðanfyri.

 

Søla í felag ella av partabrøvum

 

 

Søluvinningur

 

1.000.000

Serskattur 50%

 

-500.000

Vinningur aftaná serskatt

 

500.000

Vinningsbýtisskattur 35%

 

-175.000

Nettovinningur

 

325.000

 

Tað sum sæst omanfyri, verður tað altíð 50% skattur goldin sum serskattur. Ynskir ein persónur síðani at taka alt út privat, verður ein skattur á 35% lagdur omaná. Tað merkir, at hesin aktørurin hevur 325.000 kr. eftir til sín sjálvs av eini heilari millión.

 

Soleiðis sum hetta vendir í løtuni, vil andstøðan hava, at persónar, sum selja seg úr vinnuni, skulu hava meira eftir, og at landskassin harvið missir milliónir árliga.

 

Røddir hava verið frammi um, at ongi veiðuloyvi verða seld eftir hetta, men tað vil so bara tíðin vísa okkum, um tað hendir.

 

Endamálið við uppskotinum hjá samgonguni er, at ongin skal kunnu selja seg ríkan burturúr virðum, sum mann bara hevur fingið brúksrættindi til.

 

Soleiðis, sum tað sá út eftir 2.viðgerð, so tók andstøðan ikki undir við hesum, og tað kann eg hugsa mær, at hetta undrar flestu javnaðar- og tjóðveldisveljarar.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur