Trygg bústaðarviðurskifti fram um vinnulig endamál

10. mars 2020



Tað at veita privatar bústaðir er ikki einsbetýðandi við, at tað skal koma spekulatión í tann stóra bústaðartørv, sum er í Føroyum í dag.

 

Hóast met stóra bústaðartørvin, vit síggja í dag, meti eg, at vinnan skal hava tryggar og fríar karmar at virka undir, men tá talan er um eitt stað at búgva, sum øll hava tørv á, skulu vit verða eyka varin soleiðis, at tann privati bústaðarmarknaðurin ikki tekur tann vanliga føroyingin til gísla og skal rinda yvirprís.

 

Eg meti, at tørvurin er blivin so stórur í dag, at vit mugu fáa myndugleikan inn, við tí endamáli at forða fyri spekulatión ella óvanligum vinningi, og heldur tryggja teimum lægri løntu ein hóskandi bústað.

 

Vit skulu eisini viðurkenna, um tú skalt leiga ella eiga bústað, so skalt tú gjalda. Við prísvøkstrinum í dag skal ongin føla seg ótryggan, men tað mugu eisini verða loysnir at velja hjá teimum, so tann vanligi borgarin ikki noyðist at seta seg fyri lán upp á fleiri milliónir, fyri at tryggja sær ein vanligan bústað í longri tíð.

 

Vinnan er fyri fólkið, og fólkið er har fyri vinnuna. Hetta samanspælið skal endurskoðast, tí tørvurin á bústøðum er blivin so mikið stórur.

 

Føroyar eru eitt væl virkandi samfelag við vøkstri, men tað skulu setast strangari krøv fyri íleggjarar og eigarar, sum kunnu gerast ov stórir. Vinnan skal ikki halda fólkinum sum gísla.

 

Til seinast vil eg eisini vísa á, at vit sum samfelag mugu finna eina smidliga loysn á hesari avbjóðing. Ein loysn er at geva húsaeigarum møguleika at sundurmatrikulera egnan bústað. Føroyingurin vil, sum meginregla, eiga egnan bústað. Hetta vil hjálpa fólki, sum ongan bústað eiga, til eina bíliga og skjóta loysn, har møguleiki verður fyri at keypa part av húsum, sum longu eru bygd.

 

Húsaeigarin fær við hesari ætlan møguleika at selja partar av ognini, sum gevur honum eina peningaliga upphædd, sum kann minka um egnað sethúsaskuld, og samstundis gevur hetta okkum ein fjølbroyttari bústaðarmarknað.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur