Nú valið nærkast

30. august 2019



Valstríðið verður skjótt av, og verður hetta mítt seinasta íkast fyri løgtingsvalið leygardagin.

 

Eg geri stutt av og samanfatið her nakað av tí, sum eg havi ført fram seinastu tíðina, niður í nakrar setningar.

 

1:  Eg havi hug at halda fram

Eg eri tilreiðar og havi gott áræði at halda fram í politiska arbeiðinum

 

2:  Mítt ynski og mál

Eg  ynski at vera við at dygdarmenna føroyska samfelagið, og eg vil, at  øll fólk skulu mennast og  trívast í Føroyum

 

3:  Vøkstur og vinnulív

Vinnulívið skapar vøkstur, menning og vælferð

 

4:  Samferðsla

Tunlar raðfestast, ferjur endurnýggjast, vegir dagførast og  viðlíkahaldast og uppraðfesting av tí kollektivu ferðsluni (nú skjótt verður koyrandi  gjøgnum Eysturoyartunnilin og so Sandoyartunnilin)

 

5:  Búskaparstýring

Við skilagóðum rakstri og niðurgjalding av skuld, so er pláss fyri neyðugum íløgum

 

6:  Heilsu-, almanna- og skúlaøkið

Tiltøk skulu setast í verk, t.d. viðgerðartrygd, bygging av vardum bústøðum og raðfesting av útbúgvingum eftir tørvinum hjá vinnuni og samfelagnum

 

7:  Ríkisfelagsskapurin

Sambandsflokkurin er  flokkurin, sum sær stóra virðið í  Ríkisfelagsskapinum og vil varðveita felagsskapin

 

8:  Náttúra og orka

Vit í Føroyum hava skyldu til at velja og menna grønar orkuloysnir                       

 

Á mínum Facebookvanga eru nakrar greinar at finna, har eg komi nærri inn á nøkur av hesum økjum.

 

Sí annars valskránna hjá Sambandsflokkinum, sum er borin í hvørt hús í Føroyum. Í henni er stutt og greitt orðað, hvat Sambandsflokkurin m.a. ætlar í komandi tíðum.

 

Saman um Sambandsflokkin

 

Gott val - gott sambandsval!

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður og valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur