Heimalambið fingið visakort-terminal!

28. august 2019



Ferðavinnan er ætlað sum okkara nýggja, fiskaleysa búskaparbein, og má sigast at verða vaksin við rúkandi ferð seinastu fáu árini. Samstundis mugu vit sanna, at hópurin av ferðafólki, sum nú kemur til landið, er so stórur, at tær fyriskipanir sum eru gjørdar, ikki eru nøktandi. Trýstið av vitjandi í summum økjum er so stórt, at tað er til stóran ampa fyri tey, sum búleikast har, bæði fólk og djór.

 

Hetta hevur ført til átøk, sum í fleiri førum tykjast óheppin og gjørd uttan nakað yvirskipaða hugsan um hvussu vit gera skilabest við ferðavinnuna. Umráðandi er, at vit fáa peningaligan vinning burtur úr ferðavinnuni, um hon skal verða týðandi partur av okkara búskapi, - men hvussu ?  Hetta kann tó ikki gerast við fullkomuliga óskipaðum fyriskipanum, har ein og hvør kann krevja pening inn fyri at síggja partar av okkara náttúru ella ganga í okkara haga. Vit kunnu ikki seta girðingar fyrilitaleyst, avbyrgja við píkatráði, reka vitjandi burtur, seta gjaldsautomatir á hvørt hagaportur ella seta visakortterminalar á hvørt heimalamb.

 

Tað er neyðugt, at vit alt fyri eitt fara undir at gera nakrar yvirskipaðar ásetingar og fyriskipanir fyri okkara ferðavinnu. Tað má eisini verða loyv at hyggja at núverandi ferðavinnuni við kritiskum eygum. Tað virkar sum Visit Faroe Island í løtuni koyrir eitt átak, sum næstan skal fáa fólk at fáa ringa samvitsku, um tey loyva sær at vera kritisk móti núvernadi ferðavinnu. Eitt lýsingarátak koyrir, sum skal fortelja um týdningin av ferðavinnuni, har vit fáa at vita frá vinnurekandi, um hon ikki var, so skuldu vit goldið munandi meira fyri okkara flogferðaseðlar. Tað hevði ikki verið vist, at vit høvdu fast samband sjóvegis og meginparturin av matstovunum høvdu latið aftur og havnafólk máttu aftur verið nøgd við at havt ein ella tveir pylsuvognar á Vaglinum. Ósjarmerandi átak og við einum farra av hóttan til kritikarar,  meðan vit skulu finna stevið við okkara ferðavinnu. Vit eru øll greið yvir, at ferðavinnan er týdningarmikil og kann gerast týdningarmiklari, men eisini, at vit kunnu missa á stokkinum, um vit ikki fáa skipað hetta ordiliga.

 

Tað nyttar lítið, at vit hava bíligar ferðaseðlar og nógvar matstovur, um landið verður traðkað niður og náttúran oydd fyri fugl og djór - ella um ferðafólk byrja at klamsa við hurðunum, tí tey ikki kenna seg vælkomin.

 

Kanska koma ov nógv ferðafólk sum vilja ganga úti í náttúruni ? Kanska duga vit ov illa at senda tey runt til onnur støð, sum ikki verða so nógv vitjaði ?  Skulu vit taka pening fyri at “síggja” okkara land ? Nógvir spurningar eru, sum politiska skipanin verður noydd at taka støðu til og gera neyðugar reglugerðir fyri.

 

Hetta  má verða eitt av teimum fyrstu málunum, sum eitt nýtt stýri fer undir at loysa – tí komandi summar má skil vera komið á.

 

Sambandsflokkurin hevur í valskránni ásetingar um, at vit mugu menna okkara ferðavinnu og arbeiða fyri at hendan verður betri skipað.

 

Hetta er eitt av teimum málum, sum eg fari at arbeiða fyri at fáa framt, um eg verði vald inn á Ting.

 

Sunrid Traðará

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur