Ríkisfelagsskapurin tryggjar føroyskum lesandi heimsins bestu sømdir!

27. august 2019



Skalt tú á løgtingsval fyri fyrstu ferð, ella stendur tú á einum vegamóti, hvørja útbúgvingarleið tú skalt velja, so les her, hví Sambandsflokkurin og Ríkisfelagsskapurin tryggjar tær heimsins bestu sømdir.

 

Vit hoyra tað í heilum: “Føroysk lesandi kunnu lesa í øllum norðurlondum, og tað hevur einki við Ríkisfelagsskapin at gera”. Og tað er sum so eisini rætt. Men fullveldisflokkarnir “gloyma” bara at fortelja tær, at Ríkisfelagsskapurin tryggjar føroyskum og donskum lesandi javnbjóðis rættindi í Føroyum og í Danmark. Rættindi til lestrarstuðul og aðrar sosialar veitingar. Í grein 10, stk. 2 í heimastýrislógini stendur:

 

”I øvrigt kan der ikke i Lovgivning eller Forvaltning gøres Forskel paa Færinger og andre danske Statsborgere.”

 

Felags fyri føroysk og donsk lesandi er, at tey eru danskir ríkisborgarar. Av tí sama ber ikki til at gera mismun á donskum ríkisborgarum. Fyri føroysk lesandi merkir hetta ikki bert atgongd til nakrar av teim donsku útbúgvingarstovnunum - sum í fleiri førum teljast millum teir bestu í heiminum við viðurkendum granskarum og einum sterkum fakligum umhvørvi. Hetta merkir eisini, at tú sum lesandi í Danmark fært rætt til heimsins hægsta lestrarstuðul, SU, sum fyri útibúgvandi er 6.166 kr. um mánaðin. Lesandi foreldur hava harumframt rætt til barnakekk, hvørs upphædd tó er tengd at aldrinum á barninum, men sum liggur millum 2.838 kr. - 4.575 kr. pr. barn pr. ársfjóðing. Íbúðarstuðul, ber eisini til at søkja, og so hevur mann eisini rætt til Føroyafrádrátt og Ríkisfelagsskapsfrádrátt áljóðandi tilsamans 82.000 kr. skattafrítt um árið, um lesandi velur at arbeiða við síðurnar av lesnaðinum. Sum lesandi foreldur fært tú eisini rætt til ókeypis ansingarpláss til børn tíni undir lestrinum - og dupultan SU. 

 

Tín danski SU fylgir við tær allastaðni út í heim, um lisið verður á einari SU-góðkendari útbúgving. Ja, tú kanst enntá lesa á Fjarlestrardeplinum í Vági við donskum SU.

 

Eftir loknan lestur kunnu føroyingar so fara heim við hollari vitan at byggja land, og summi velja at stilla upp fyri Tjóðveldi og fortelja sínum landsmonnum, hvussu “ófræls” og “kúga” vit eru í Ríkisfelagsskapinum. Hatta lata vit líka standa...

 

Hugsið tykkum tí sera væl um, hvar tit seta krossin tann 31. aug. 2019. Tað er bert ein flokkur, sum av fullum hjarta berjist fyri at varðveita Ríkisfelagsskapin, og tað er Sambandsflokkurin. Summi kanska hugsa um Javnaðarflokkin sum ein samríkjaflokk, men Javnaðarflokkurin hevur fleiri ferðir meldað út, at flokkurin helst vil hava verandi samgongu at halda áfram. Ein samgonga, sum stendst av Javnaðarflokkinum og loysingarflokkunum, Tjóðveldi og Framsókn. Áðrenn Fólkatingsvalið var Tjóðveldi úti og proklameraði, at loysingin skuldi fremjast í komandi valskeiði. Tann retorikkurin er tíbetur nú tónaður niður, hóast flokkurin allarhelst fer eftir tí, um tað vanlukkuliga skuldi hent, at teir koma í samgongu. 

 

Verjið ríkisborgararættindini hjá tær og tínum.

 

Set tí X við lista B tann 31. august.

 

Johan Dahl

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

 

Skjalprógv fyri Barnakekkinum: https://www.borger.dk/familie-og-boern/Familieydelser-oversigt/Boerne-ungeydelse

Skjalprógv fyri at muninum millum danskar ríkisborgarum og so øllum øðrum: https://www.su.dk/su/udenlandsk-statsborger/


RN


Aftur