Viðgerðartrygd og rehabilitering - eitt samfelag fyri øll

27. august 2019



Ongin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í sjúkraviðgerð. Tað skal ikki gerast munur á, um talan er um likamligar ella sálarligar sjúkur ella sálarligt órógv - tær skulu líkastillast og uppraðfestast.

 

Í dag eru fleiri fólk, sum eru sera hart rakt, tí tað manglar eitt samansett tilboð (ein pakkaloysn). Tað er ikki nóg gott skipað samstarv millum allar instansir, sum hava ábyrgdina av ymsu veitingunum.

 

Tað eru fólk, sum eru liðugt viðgjørd frá sjúkrahúsinum. Tað eru fólk, sum í drúgva tíð sita inni á sjúkrahúsi, fólk sita heima við hús, sum sita innilæst í egnum kropp, tí tey ikki hava fingið tað hjálpina teimum tørvar. Fólk, sum í nógv ár ikki hava fingið nakra hjálp, skaðin er hendir, sjúka hevur rakt. Lýðingarnar eru stórar, fyri tann, sum er sjúkur og familjuna sum heild. Ein vónleys tilvera fyri allar partar.

 

Eitt tað ringasta er at gerast sjúkur, men tað versta er ikki at fáa hjálp, tí tá ferð øll familjan í knús.  

 

Sambandsflokkurin hevur víst handling

Í rúma tíð hevur Sambandsflokkurin málrættað, í tøttum samstarvi við dugnalig fakfólk, sett rehabilitering á breddan.

 

Á fólkafundinum í 2012 hevði eg, fyri Sambandsflokkin eina framløgu undir heitinum - Eitt samfelag fyri øll, Rehabilitering, har breiðið tørvurin varð lýstur.

 

25. oktober 2018 skipaði Sambandsflokkurin fyri einum almennum fundi um Rehabilitering, undir heitinum - At venda aftur til lívið og gerandisdagin. Á fundinum greiddi formaðurin í Rehabiliteringsforum Danmark, Claus Vinther Nielsen frá skipanini í Danmark. Hann vísti á, at tann leisturin, sum Sambandsflokkurin legði fram, er ein av bestu loysnunum og ynski hann somu skipan í Danmark. Áhugin var so stórur, at hann kom við einari innbjóðing til Altjóða fundin um rehabilitering, sum verður í Danmark í sept 2020, har hann ynskti, at júst hesin leisturin bleiv lagdur fram. 

 

Sambandsflokkurin hevur eisini í verki víst, at handling er aftanfyri, við at leggja tvey uppskot fyri Løgtingið, har annað var eitt uppskot til samtyktar at gera eina menningarætlan um rehabilitering fyri Føroyar. Uppskotið bleiv einmælt samtykt av Løgtinginum, so landsstýrið skal fyrireika og leggja fyri Løgtingið eina menningarætlan við greiðari visjón og ítøkiligum málum um samskipaða tvørfakliga endurmenning fyri Føroyar, sum tryggjar rættindi og skyldur hjá borgarunum. Tá menningarætlanin er gjørd, skal hon leggjast fyri Løgtingið sum frágreiðing til aðalorðaskifti. So longu nú kann man siga, at arbeiðið er farið í gongd.

 

Sambandsflokkurin vil hava yvirskipaða lóg fyri Rehabilitering (likamliga, sálarliga og sosialt), sum bygd verður á rehabiliteringshugtakið hjá WHO. Ein tilgongd, har eitt fólk við førleikatarni,- sálarliga ella likamliga- tey avvarðandi og fakfólk samstarva. Endamálið er at geva teimum fólkum eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív, sum hava fingið - ella eru í vanda fyri at fáa - álvarsliga skerd evni, kropsliga, sálarliga ella sosialt, fyri at virka í samfelagnum.

 

Tað verður í dag, alt ov nógv fokuserað uppá at deila ábyrgd av uppgávunum, ístaðin fyri at hava felags fatan at skapa  samanhangandi tilboð út frá tørvinum hjá sjúklingurin og hvat hann megnar og ynskir. Avvarðandi parturin er sera týdningarmikil, tí skal  avvarðandi verða ein sjálvsagdur partur, har hædd verður tikið til tørv, ynski og hvat avvarðandi megnar. Ein felags loysn fyri familjuna sum heild.

 

Talan er um sálarsjúkur, krabbameinssjúkur, apopleksi og aðrar neurologiskar sjúkur, giktasjúkur, hjarta- og æðrasjúkur, lungnasjúkur, vødda- og beinagrindssjúkur og diabetes.

 

Tørvurin á rehabilitering er risastórur í Føroyum. Vit kunnu ikki  blíva við at bíða, men mugu gera nakað munagott skjótt. Meira við bíða størri og massivari verður trupulleikin, vit síggja nú stórar menniskjaligar avleiðingar fyri tann, sum er raktur og familjuna rundanum. Eisini fyri samfelagið eru avleiðingar stórar.

 

Sambandsflokkurin vil framvegis arbeiða í tøttum samstarvi við fakfólk á økinum. Fyri Sambandsflokkurin er viðgerðartrygd og rehabilitering eitt krav, um flokkurin kemur í eina samgongu.

 

Vit vilja hava einar Føroyar, sum onnur lond kunnu spegla sær í. Eitt samfelag við starvsfólkum á fakligum høgum støði, har tað verður spennandi og avbjóðandi at arbeiða og búgva.

 

Eg heiti inniliga á teg, um at stuðla mær, um vit eru samd.

 

Rósa Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur