Hermann og “gloymdu” tølini í roknistykkinum

24. august 2019



Nú er fyrrverandi valevni fyri Tjóðveldi, Hermann Oskarsson, úti aftur við rívuni á Facebook og brúkar sítt skálkaskjól sum búskaparfrøðingur at greiða Føroya fólki frá tjóðveldispolitikki, og at blokkurin ikki neyðugur, um vit bara leggja enn fleiri gjøld á vinnulívið og koyra meiri á uppboðssølu.

 

Óansæð, hvussu Oskarsson roynir venda tí, er veruleikin tann, at yvirskotið á fíggjarlógini í dag er góðar 400 milliónir (íroknað forskatting av pensjónum á umleið 400 mió (!)). Blokkurin er smáar 642 milliónir krónur. Hyggja vit eftir ársfrágreiðingini frá Ríkisumboðnum fyri 2018, so stendur at føroyski landskassin, umframt blokkin, fær 314 milliónir krónur í beinleiðis inntøkum og spardum útreiðslum til millum annað rakstur av ríkismyndugleikum í Føroyum løgreglu, dómsvald, ávísar pensjónir v.m. Um nakar skuldi ivast, stendur hetta á bls. 134 í Ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum. Tá eru útreiðslur til føroyingar uttanlands so sum SU og aðrar sosialar veitingar í Danmark ikki tiknar við (uml. 2.-300 mió.), og sum ríkisborgarar í øðrum londum ikki fáa úr Danmark, uttan teir lúka heilt serligar treytir. Heldur ikki eru útreiðslur til rættarskipan og løgreglu í Danmark, sum føroyingar javnan gera brúk av, tiknar við í roknistykkið hjá Hermanni. 

 

Heldur ikki er lága rentustøðið, sum Ríkisfelagsskapurin tryggjar føroyska húsarhaldinum, tikin við í roknistykkið hjá Oskarssyni. Kenda metingarfyritøkan Moody’s vil vera við fleiri staðni í síni frágreiðing, at støðugu viðurskiftini við Danmark eru við til at tryggja Føroyum eina góða meting av búskapinum, og av tí sama er váðin lítil, tá ið landskassin skal taka lán til m.a. undirsjóvartunlar. Alt hetta bleiv váttað av Sverra Hansen, fyrrv. formanni í Búskaparráðnum, tá ið formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, gav Kristinu Háfoss eina ordiliga breiðsíðu í kjaki á FM1 (sendingin kann hoyrast her á síðuni), har hon á besta republikanska hátt mátti verja seg við alternative facts. Uttan hetta lága rentustøðið, var tað húsarhaldið í Føroyum, ið slapp at rinda munin. 

 

Samanbera vit við Ísland, liggur Íslandi munandi lægri á listanum hjá Moody’s enn Danmark/Føroyar. Av tí sama er rentustøðið har uml. 2-3 % hægri enn í Føroyum. Lønarlagið í Íslandi er lægri enn í Føroyum; arbeiðsvikan er hægri, brúkaragjøldini eru mong á vælferðartænastum - hóast Ísland hevur munandi fleiri bein at standa á enn Føroyar og til ein ávísan mun er Íslandi púra óheft av dýrari orku. 

 

Tí er eitt vist, at fullveldi er bert fyri tey vælbjargaðu, og tí undrast mann yvir, at Javnaðarflokkurin so glaðbeintur vil halda áfram í einari samgongu við teimum rabiatu úr Tjóðveldinum og Framsókn.

 

Sambandsflokkurin er einasti garantur fyri Ríkisfelagsskapinum

Við at velja Sambandsflokkin velur tú tann einasta flokkin á Føroya Løgtingi, sum av fullum hjarta hvønn einasta dag berjist fyri at tryggja øllum føroyingum og okkara vinnulívi tryggar karmar í okkara fantastiska Ríkisfelagsskapi. 

 

Ein ríkisfelagsskapur, sum tryggjar okkara lesandi bestu útbúgvingarsømdir á nøkrum av heimsins bestu útbúgvingarstovnum við nøkrum av heimsins bestu granskarum, og sum eigur stóran lut í høga vitanarstøðinum í Føroyum. Spyr bara øll tjóðveldisfólkini á Løgtingi og landsstýri, sum hava nomið sær útbúgvingar í Danmark. 

 

Ein ríkisfelagsskapur, sum tryggjar landskassanum og okkara húsarhaldum eitt lágt rentustøði. 

 

Ein ríkisfelagsskapur, sum so ofta hevur víst sítt virði m.a., tá ið innistandandi hjá flestu privatkundum í 2010 bleiv tryggjað. 

 

Og ikki minst ein ríkisfelagsskapur, sum verjir okkara borgarar í heimsins bestu og minst korruptu rættarskipan. 

 

Ein felagsskapur, sum aðrar smátjóðir misunna okkum. 

 

Ein ríkisfelagsskapur sum røkkur frá Norðpólinum og niður til týska markið.

 

Hugsa um alt hetta valdagin, tí við loysingini, verður alt hetta tveitt á bláman, og tá vendist ikki aftur. 

 

Vel tí ein sterkan Sambandsflokk á Løgting tann 31. aug. 2019!

 

Johan Dahl

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur