Okur eiga Smyrol!

22. august 2019



Lívsæðrin hjá Suðuroyingum til miðstaðarøkið er Smyril - tað er eingin ivi um tað.

 

Smyril tryggjar okkum fast rutunet, so vit sleppa av oynni og sleppa suður aftur, og umframt hetta verður allur farmur fraktaður við Smyrli, so sigast má, at hetta veruliga er lívsæðr okkara.

Seinastu tíðina er tað javnan komið fyri, at Smyril ikki kemur at kei til tíðina, hetta er ein avbjóðing, tí tað ber illa til at gera avtalur í sambandi við flogrutu, bussrutu og bara persónligar avtalur, tí ofta kann væntast, at ein ikki fær møtt til tíðina. Hvør orsøkin er, veit eg ikki, men hetta er ikki nøktandi.
 

Tað eigur ikki at koma fyri, uttan so, at veðrið ella teknisk brek spæla inn, at Smyril er 15-30 min seinkaður. Tað er av stórum týdningi, at hetta verður kannað, so hesin trupulleikin kemur í rætt lag.

 

Fyri fiskivinnuna, søluvinnu v.m., eru nógvir pengar at missa, tá ferðasambandið er so óstøðugt og hetta eru pengar, ið koma landinum til góðar.

Eitt, ið eg havi lagt til merkis er, at tá ferðast verður suður mánakvøld og mikukvøld, kl. 21.15 er kafeteria, á dekk 6, ikki opið. Hetta er ikki gott nokk. Tað eigur til eina og hvørja tíð at vera møguligt at fáa ein bita at eta. Gaman í ber til at keypa sær ein kaffikopp í automatini, men kaffikoppurin mettar lítið. Hvílitíðin sigst at vera orsøkin. Hetta eiga avvarandi myndugleikar at hyggja nærri at, so tað ber til hjá okkum ferðandi at fáa ein bita at eta, tí fleiri av teimum ferðandi hava verið til arbeiðis í miðstaðarøkinum, eru komin heim við flogrutuni o.s.v.
 

Omanfyri nevndu kvøld er kafeteria lukkað, men tað er eisini soleiðis, at kafeteria stongir, áðrenn Smyril hevur lagt at kei. Hetta er heldur ikki optimalt, tí vit skriva altso ár 2019.


Eg taki fult undir við, at starvsfólkini hava hvílitíð, men vit mugu finna eina loysn, so vit fáa bøtt um hesar avbjóðingarnar.

 

Eitt síðsta, ið eg fegin kundi hugsa mær fingi broytt við Smyrli er ferðaseðlaprísirnir.
Vit eiga at verða javnsett við restina av landinum, ið ferðast millum oyggjarnar. Tað er ikki rætt, at eg skal gjalda 100 kr. fyri meg + fýra persónar ígjøgnum undirsjóvartunnilin og tá eg skal til Havnar, skal eg gjalda 585 krónur fyri sama akfar og somu persónar, ið eru í bili við mær. Hetta má broytast, so vit Suðuroyingar eru javnstillaðir við restin av landinum.

 

Eitt komandi løgting og landsstýri má taka hesar avbjóðingarnar í álvara, tí tað er ikki rætt, at ójavnin skal vera so stórur og at farleiðin skal vera so óstabil og ótrygg.

 

Játtanin til Strandferðsluna skal hækkast, so vit kunnu ferðast trygt og gott.

Vit eiga at kunna leggja okkum ætlanir í sambandi við ferðaætlanina hjá Smyrli.

Eg vóni, eg og Sambandsflokkurin, fáa møguleika at fremja hesar broytingar eftir valið 31. august.

 

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur