Námsfrøðingar á eldraøkið

21. august 2019



Vit skulu styrkja tilboðini til eldri á dagtilboði og røktarheimum.

 

Vit skulu veita eina góða tænastu, á høgum tvørfakligum støði, til eldru borgararnar.

 

Hvat kann námsfrøðin saman við røktarstarvsfólkum gera betur inni á eldraøkinum? So kann onkur spyrja, hvat hevur hetta við løgtingsvalið at gera. Jú hetta er ein sjálvsagdur partur at tosa um, tá talan er um minsta mark fyri normeringar, um tað skal setast í verk við lóg. Á eldraøkinum, sum er kommunalt er stórur tørvur á røktarstarvsfólkum, flest øll fakfeløg ynskja hægri normeringar. Starvsfólkini á eldraøkinum gera eitt megnar arbeiði, tað skal virðast og má ikki undirmetast. Men neyðugt er at hugsa nýtt og annarleiðis. Fleiri hava longu námsfrøðingar saman við røktarstarvsfólkum á eldraøkinum, við sera góðum úrslitum.

 

Grundleggjandi tørvur hjá einum og hvørjum menniskja er, matur, klæðir og svøvnur. Men eisini hava vit aðrar tørvir, ið eru eins grundleggjandi, so sum tann sosiali og tann sálarligi tørvurin.

 

Tí er alneyðugt, at vit seta tvørfagliga samstarvið í hásætið (røkt, umsorgan, trivnaður og virðing).

 

Vit hava væl og virðiliga fingið útgreinað uppgávurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum, men tann námsfrøðiliga partin hava vit ikki enn fingið lýstan í breiðari høpi, í tvørfagliga samstarvinum á eldraøkinum.

 

Alt ov oftani síggja vit gomul á røktarheimi sita fyri seg sjálvan, meðan starvsfólkini renna runt.

 

Námsfrøði er alt tað, sum hendur við okkum, tá tann grundleggjandi kropsliga røktin er til staðar, tí tá kunnu vit byrja at hugsa um, hvat vit hava hug og orku til at gera og uppliva. Talan kann verða um at koma í dagtilhald á røktarheiminum, har námsfrøðingar og heilsurøktarar eru til reiðar at vera um og hjálpa hvørjum einstøkum borgara í tann mun teimum tørvar. Saman at skapa ein innihaldsríkan og gevandi daglidag, har trivnaðurin er í hásæti.

 

Evsta mál er at røkka hvørjum borgara á tí støði hann er og í verki útinna teirra ynskir. T.d. er námsfrøði, tá tú setur teg við einum borgara at lesa fyri honum og at práta við hann ella bara vera har... at tola at vera still saman, tí onkur borgari hevur eisini tørv á tí.

 

Námsfrøði er, tá vit stuðla okkara borgarum í, at gera eitthvørt tey hava hug til, men kanska ikki hava havt orku til í langa tíð, antin sálarliga ella kropsliga.

 

Nógv av námsfrøðiliga arbeiðinum er at seta borgarin í gongd og soleiðis víðka hansara sjónarring, meira tey síggja seg klára, meira er hugurin til at fara í holt við okkurt annað og møta øðrum í sosialum samanhangi.

 

Tað er ein rættur hjá øllum at fáa fríska luft. Tað at síggja lívið spretta og lukta náttúruna er eisini eitt tað mest gevandi fyri okkara gomlu. At bjóða børnunum inn, tað gevur virðing og vitan til báðar partar, tey eldru læra tey yngru um tað lívið tey hava livað og tey yngru læra tey eldru um tíðina tey liva í. At spegla sær í lívinum er lívsjáttandi og er tað eisini ein partur av námsfrøðini at læra okkum at spegla okkum í hvørjum øðrum.

 

Fáa okkara eldru borgarar bestu samansettu tilboðini og vit nøkta tørvin hjá einstaka borgaranum, so hevur tað við sær, at okkara eldru borgarar kunnu verða sum longst í egnum lívi.

 

Bara við tínari hjálp, kann eg gera broytingar.

 

Rósa Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur