Aftursvar til Jákup Suna Lauritsen

20. august 2019



Tað er eitt sindur spell, at fyrrverandi nevndarformaðurin i SEV, bóndin Jákup Suni Lauritsen als ikki hevur funnið út av, hvat skal til fyri at flyta Føroyar framá á orku- og elveitingarøkinum í góðum samstarvi við SEV.

 

Uppskot til samtyktar frá Sambandsflokkinum (løgtingsmál nr 75/2018) var at heita á Landsstýrið um at skilja netið og framleiðsluna sundur. Allir politisku flokkarnir tóku undir við hesum, eisini tín flokkur, so hetta er politiskur realitetur, sum tú og tit á SEV mugu fyrihalda tykkum til.

 

Tað skal ikki verða nøkur loyna, at SEV framvegis verður ein høvuðsveitari av elveiting saman við nýggjum aktørum, við gjøgnumskygni, samstarvi um góðar loysnir og ikki minst  kapping, sum kemur vinnu og brúkarum til gagns við bestu prisum og nýggjum grønum loysnum til húsarhaldini og vinnuna.

 

Eg kann heldur ikki annað enn fegnast tína vegna um, at tú heldur, at eg enn kann brúkast til bíligt politisk point hjá tær, SEV og ikki minst flokkinum, sum tú stillar upp fyri, men vil geva tær eini góð ráð:

 

Um tað, sum eg greiddi frá um okkara ætlanir fyri orkuøkið í Andglettinum, hevur givið tær bæði kaldasveitta og gásarhold, so haldi eg ikki, tú hoyir heima á politiska pallinum, tí tað krevur bæði harðari húð og betri nervar. Um so litið skal til at fáa teg illa fyri, so saðla um, meðan tú kann og vel bóndalívið, tað er munandi minni mentalt krevjandi kann eg hugsa mær.

 

Her skulu stór tøk takast innan útbygging av orku og elveitingarøkiunum komandi árini og tí er umráðandi, at allar góðar kreftir takað saman hendur.

 

Tú tosar um fakta seinast í greinini og nevnir 350 Gwh i mun til 370 Gwh, sum eg nevndi, sum vænta ársnýtsla í 2019 sum er rætt, at hon var lægri í 2018 vita vit øll.

 

Hinvegin so er tað FAKTA:

- At orkutørvurin i 2030 er mettur til 600 Gwh tvs. 230 GWh meira enn i dag og um PTS verður gjørt, so skulu 1000 GWh til

- Skulu húsarhald og onnur umskipað seg til varandi orkuloysnir, so tosað vit um útvið 3 mia. kr. afturat, sum skulu fíggjast av brúkaranum ella umvegis loysnir við veitarar

- Løgtingssamtykt er, at netið skal skiljast frá SEV í felag fyri seg sjálvan og økið liberaliserast

- AT ongin (NULL) vindmylla er sett upp síðan 2015 og man tosar um, at man við risafetum er ávegis til grønari Føroyar - hetta er stórt afturstig í mun til tíðarskeiðið 2008-2015, tá eg sat við orkumálum

- AT Heildarætlan fyri elorkuøkið bleiv gjørd, meðan eg var landsstýrismaður, síðan er litið hent

- AT í Andglettinum ikki er nevnt eitt orð um, at SEV ikki skal eiga og umsita netið framyvir móti gjaldið frá øðrum aktørum, sum nýta netið

- AT ikki í Andglettinum hevur verið sagt eitt orð um, at SEV skal ognartakast, men heldur at  lagt verður upp til breitt samstarv

(hóast serfrøðingabólkurin, sum gjørdi Heildarætlan fyri el-orkuøkið2011 helt hetta var ein landsuppgáva og landið átti at yvirtaka SEV)

 

Eisini er FAKTA:

- AT eitt  kølasvart tungoljuverk er i gerð á Sundi sum Backup-verk fyri 800 mió. kr. (og man tosað um grønar loysnir)

- AT PTS (Pump to Storage) verkætlaninn, ið skuldi byggjast í Suðri fyri um 150 -200 mió .kr. er útsett

- AT PTS (Pump to Storage) verkætlanin í Vestmanna fyri um 1,5 mia. kr. er útsett til 2027

- AT tað ikki ber til at selja el til brúkaran beinleiðis i dag, men einans til SEV, tí tað er MONOPOL og elveitingarlógin má broytast fyri at hetta skal lata seg gera. So, tá tú skrivar bara hugflogið, sum setur markið og at øll eru vælkomin til tykkum á SEV at framleiða sum nú, so er tað ikki rætt. Viðmerkinginn hjá Kára Thomsen og greinin frá Hendrik Egholm sum svar til tín, haldi eg lýsa aktuellu støðuna rimiliga væl

- AT Røkt og Vindrøkt eru undanngongumenninir fyri grønari orku í Føroyum, tað vita øll, men tað er sera gott, at SEV eisini er komin við á ta grønu greinina og hevur gjørt stór lop framá seinastu árini og rós til SEV fyri tað

- Fakta er eisini, at SEV hevur ásett sær sjálvum eitt lániloft uppá 6 x EBIDTA, sum svarar til áleið 2,4 mia. kr. og higartil er lænt um 1,3 mia. kr.

 

Eg eri errin av, at vit framdu eina rúgvu, meðan eg var landsstýrismaður, m.a. eisini, at vindurin kundi bjóðast út og heildarætlanin bleiv gjørd og sær út til at verða ein leistur til framtíðar útbyggingar.

 

Sum eg havi nevnt í greinum áður, so tað neyðugt, at fleiri sleppa upp í part at bjóða tænastur innan orkuøkið, skulu vit náa góða málinum um grønar Føroyar í 2030.  Hetta er eitt frálikt mál, sum vit øll eiga at taka hendur saman um, heldur enn at runublaka við nú uppundir val.

 

Eitt frálíkt mál, sum eingin politiskur flokkur kann vera ímóti, hóast valevnið Miðfloksins, Jákup Suni Lauritsen, hevur aðra meining enn flokkur hansara.

 

Ynski tær somuleiðis gott val Jákup Suni.

 

Johan Dahl

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur