Sambandsflokkurin vil sjálvberandi búskap

20. august 2019



Tá Sambandsflokkurin situr við valdi, stýra vit eftir sjálvberandi búskapi, men hvørja ferð Tjóveldið situr á kassanum fánar dreymurin um ein sjálvberandi búskap.

 

Niðanfyristandandi talva vísir ótálmaða útreiðsluvøksturin, sum ikki ber boð um eitt mál um ein sjálvberandi búskap. Yvirskotið hjá landskassanum tódnaði niður í eina helvt frá 2017 til 2018, og endaði væl niðanfyri 300 mió. kr. hóast bestu tíðir nakrantíð í Føroyum.

 

Kelda: Búskaparráðið

 

Sporini ræða

Samgongan hevur frá byrjan av valskeiðnum lagt seg eftir at fíggja ótálmaða útreiðsluvøksturin við nýggjum skattum og avgjøldum á borgarar og vinnu, og hóast hesar inntøkur eru øktar við 1.500 mió., er hetta ikki nokk til at fíggja økta ótálmaða útreiðsluvøksturin hjá landskassanum. Hetta er sama gongd vit hava sæð áður, tá flokkar uttan fíggjarliga ábyrgd sita við valdi og stýra føroyska búskapinum út av eggini.

 

Búskaparlig ábyrgd

Tað er heilt týðiligt, at í løtuni er ongin, sum rættuliga hættar sær at tosa um at vera búskaparliga ansin og at brynja okkum til verri tíðir, uttan at verða kallaður ljósasløkkjari. Nú eru altjóða miðlar farnir at tosa um eina altjóða afturgongd í búskapinum.

 

Vit eiga at seta okkum sum mál at skapa vinnulig arbeiðspláss og inntøkur - sum hava við sær, at vit kunnu yvirliva búskaparliga og varðveita okkara vælferðarsamfelag.

 

Føroyar og føroyingar fara ongantíð at yvirliva og klára seg við populistiskum og nationalistiskum dreymum og signalpolitikki.

 

Tað gerst einans við hørðum arbeiði og realpolitikki.

 

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

 


RN


Aftur