Eitt stórt afturstig fyri bróstkrabbaraktar kvinnur

20. august 2019



Farna samgonga valdi at gera ymiskar broytingar í sjúkrahúsøkinum. Ein av hesum broytingum varð gjørd á bróstkrabbaøkinum. Hetta økið skuldi brádliga flytast til Ålborg sjúkrahús í Danmark, ístaðin fyri Sjúkrahúsið, sum bleiv brúkt tá í Íslandi. Og læknin, sum avvarðaði økinum í Føroyum tá, sera vælumtókti íslendingurin‚ Kristján Skúli Ásgeirsson, bleiv sagdur úr starvið. 800 undirskriftir vórðu savnaðar inn, fyri at forða hesum, tí at hópin av kvinnum og avvarðandi vildu vísa sína ónøgd, men tað bleiv ikki gingið undirskriftunum á møti.

 

Eisini setti fyrrverðandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, Bjørn Kalsø, fleri ferðir Siri Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóveldi, fyrispurning og spurdi hana, hví eitt øki, sum riggar so væl skal broytast, men hon gjørdi alt fyri at sannføra Føroya fólk um, at hettar bleiv alt til tað betra.

 

Eftir at hava tosa við sjúklingar og limir í krabbameinsfelagnum, má eg tó ásanna, at nýggja avtalan er eitt stórt afturstig á vegnum. Kvinnur, sum í dag eru í tí ræðuligu støðu, at fáa bróstkrabba, fáa ikki nóg góða viðferð. Tað eru snøgt sagt trupulleikar allan vegin ígjøgnum, frá tí at diagnosa er stilla‚ til tær kunnu fáa neyðugu hjálpina til at rekonstruera bróstið. Fyrr vaknaðu kvinnur upp eftir skurð og fingu at vita, hvussu teirra læknaliga tilgongd skuldi verða. Tær fingu skjótt plastkirurgiska rekonstruktión og í summun førum longu undir somu skurviðgerð‚ sum krabbin bleiv tikin burtur. Hetta av tí‚ at Skúli var onkoplastiskur bróstskurðalækni. Í dag fáa kvinnnurnar at vita‚ at tær mugu bíða upp til eitt ár ella meira‚ til at hetta verður gjørt !!! Teirra lív verður snøgt sagt sett á ”Stand by” og hetta hevur ræðuliga ávirkan á tær og teirra familjur.

 

Skipanin, sum var áður riggaði væl og er hetta eitt dømi uppá, at ikki varð lurta eftir fólkinum. Ein discountavtala bleiv tikin framum eina vælvirkandi skipan, sum øll vóru nøgd við.

 

Hetta er eitt øki, sum má endurskoðast sum skjótast eftir valið og um eg verði valdur, so fari eg at leggja mína orku í, at tað kemur í rættlag.

 

Eitt uppskot, sum sambandsflokkurin nú er komin við til komandi valskeið,

er - viðgerðartrygd. Hetta uppskot lovar sjúklinginum viðgerð innan 30 dagar‚ eftir at diagnosa er sett. Til henda álvarsama trupulleika, skuldi henda viðgerðartrygd fevnt um, at kvinnan fekk viðgerð innan ein mánaða og at hon fekk eina viðgerðargongd, har hon greitt fekk at vita‚ nær og hvussu restina av hennara tilgongd, viðvíkjandi plastkirurgi, rekonstruktión og øðrum fór at verða.

 

Hetta má fáast í rættlag skjótast gjørligt.

 

Sámal Hanni Lognberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur