Fleiri arbeiðspláss til Føroya

19. august 2019



Geva vit vinnuni atgongd til størri marknaðir, so skapar vinnan fleiri arbeiðspláss til Føroya. So einfalt er kann tað sigast.

 

Sambandsflokkurin er ein vinnuflokkur. Vinnan er garanturin fyri vælferð Føroya, og tí skal vinnan hava góðar og støðugar karmar at arbeiða undir. 

 

Sambandsflokkurin virkar sum lopfjøl hjá føroysku vinnuni út í altjóða marknaðirnar.

 

Danskar sendistovur eru um allan heim, og tær eru mannaðar við serfrøðingum og ráðgevum, sum hjálpa og vegleiða og kunnu fremja marknaðarátøk á mongu marknaðunum. Føroyingar eiga at gagnnýta hesar sendistovur, soleiðis at atgongd fæst inn í altjóða marknaðirnar. 

 

Sambandsflokkurin hevur áður víst í verki, at við at gagnnýta sendistovurnar ber til at røkka langt. Tað krevst miðvíst og nærlagt arbeiði, og Sambandsflokkurin brettir upp ermar. 

 

Saman um vinnuna.

 

Sambandsflokkurin 


RN


Aftur