Bústaðartrupulleikin er álvarsamur

19. august 2019



Tað hevur verið sera torført í langa tíð at funni sær bústað í Føroyum. Eftirspurningurin er stórur, ímeðan útboðið er ov lítið. Tað er grundleggjandi neyðugt, at vit gera nakað við henda álvarsama trupulleika.

 

Familjan er grundarsteinurin í samfelagnum og sjálvandi hava bústaðarmøguleikar, m.a. nógv við trivnaðin hjá familjuni at gera.

 

Tað eru mong, sum búgva inni hjá foreldrum ella vinfólki í dag av neyð og upp aftur onnur føla seg tvungnan til at flyta av landinum. Hetta eru menniskju, sum okkara samfelag hevur brúk fyri! Og støðan er slettis ikki virðilig!

 

Ein roynd varð gjørd at lata Bústaðir byggja MVG-frítt, men vit mugu tíverri ásanna, at hetta er ikki komið fólkinum nóg væl tilgóðar, tí teirra íbúðir eru blivnar alt ov dýrar og borgarar við lág- ella miðalinntøku megna ikki byrðuna av at gjalda fyri hesar íbúðir. Fleiri, sum gleddu seg til eina tílíka íbúð, kenna seg alvorliga snýtt í dag.

 

Privata og almenna byggivinnan

Tíðin er komin til, at tað almenna fer í eitt konstruktivt samstarv við privatu byggivinnuna. Eg ivist onga løtu í, at hesi dugnaligu og innovativu fólk hava hugskot, sum kunnu verða við til at loysa íbúðartrupulleikan.

 

Lestraríbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til teirra í bera brek og íbúðir sum heild, má verða nakað, sum vit raðfesta sera høgt.

 

Tað almenna, hvørki kann ella eigur at loysa henda trupulleikan einsamalt. Vit eiga at bera so í bandi, at privatu byggifyritøkurnar fáa somu treytir og fyrimunir sum Bústaðir. Ein loysn kundi verði, at privatu byggifyritøkurnar verða undantiknar MVG í eitt ávíst áramál, so at tær kunnu verða við til at seta fer á bústaðarbyggingina.

 

Undir øllum umstøðum, so mugu vit loysa henda trupulleika, tí at hann sera átrokandi.

 

Hetta vil eg virka fyri, um eg verði valdur á ting.

 

Sámal Hanni Lognberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur