Okkara eldru

19. august 2019



Tey, sum nú eru komin so mikið til árs, at tey eru farin av arbeiðsmarknaðinum, eftir eitt langt hartarbeiðis lív, hava uppiborið eina virðiliga tilverðu. Hesi fólk hava lagt lunnar undir tað vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag.

 

Tí vil Sambandsflokkurin betra um teirra gerandisdag við at hækka grundarupphæddina.

 

Umframt hettar, halda vit heldur ikki, at tað er rætt at “straffa” okkara eldru borgarar við mótrokningum fyri at arbeiða eitt sindur, um tey eru nóg birg ella eru noydd at gera tað.

 

Tað eru ikki øll, ið hava líka góða pensjónsuppsparing, tí kann tað verða kærkomið at arbeiða nakrar tímar, uttan mótrokning.

 

Vit koma ikki uttanum, at tørvurin á arbeiðismegi er stórur. Hetta er sera jaligt. Men vit innflyta eisini útlendska arbeiðismegi í hópa tali, tí vit ikki sjálvi megna at nøkta hendan tørvin, alt meðan vit “læsa” okkara egnu eldru úti frá arbeidismarknaðinum.

                                                                                                                  

At sleppa at arbeiða um man ynskir tað, sjálvt um man er farin um pensjónsaldur, kann verða við til at styrkja um okkara sosialu tilveru og harvið eisini lívsgóðskuna.

 

Hetta eigur at lata seg gera, í nógv størri mun uttan mótrokningar. Tey gjalda skatt sum øll onnur, so hetta kostar ikki samfelagnun nevnivert.

 

Hesum vil eg saman við Sambandsflokkinum arbeiða fyri.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur