Tunlar norður um fjall

17. august 2019



Fyri gott 50 árum síðani fingu vit tunlarnar norður um fjall - úr Klaksvík til Árnafjarðar, og víðari til Norðdepils. Hetta var tá eitt sera stórt framstig, men vit mugu staðfesta, at hesir tunlar á ongan hátt lúka nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygd.

 

Har koyra umleið 1.500 bilar um dagin. Hetta er nógv størsta talið av bilum, tá talan er um ein einsporaðan tunnil í Føroyum.

 

Tað einfaldasta at lýsa er trygdin - MEN HAR ER ONGIN! Persónliga havi eg fyri stuttum upplivað at staðið fastur í øðrum tunlinum, eftir at eg hevði verið í grind í Hvannasundi.

 

Hetta var á ongan hátt ein hugnalig løta. Eftir eini lítlari løtu var alt ein hurlivasi. Summi fólk fóru úr bilunum fyri at leiða ferðsluna úr tunlinum. Eg upplivdi stóran skelk á nógvum fólkum. Eftir ein tíma komu vit umsíðir úr tunlinum, og kendist hetta sum ein stórur lætti. Hendi eitthvørt norðanfyri fjall hesar tímarnar, kundi skaðin verið stórur.

 

Tann skelkurin, sum situr eftir hendingina er for-gassingin, sum vit upplivu hesa løtuna. Fólk vildu ikki sløkkja bilarnar, og eftir eina stutta løtu var tunnilin fyltur við gassi. Nógv byrjaðu eisini at uppliva hetta sera ófjálgt og beinleiðis vandamikið.

 

Tað er nú omanfyri 30 ár síðan, at fyrsta uppskotið bleiv lagt fram á tingi, men vit kunnu bert staðfesta, at tíverri er onki hent enn.

 

Nú má okkurt henda! Hetta havi eg sett mær fyri at loysa: Verði eg valdur inn, so skal henda farleið raðfestast, og ein loysn finnast á hesi vandamiklu farleið.

 

Jaspur Langgaard

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur