Ferðavinnan til gagns fyri øll

17. august 2019



Í 2018 vóru áleið 650 ársverk í ferðavinnuni og tað legst skjótt afturat, tvey nýggj hotel eru í gerð og onnur byggja út. 1000 arbeiðispláss í ferðavinnuni innan stutta tíð, er ikki langt av leið um vit bera okkum rætt at.
 

Ferðavinnan hevur verið í støðum vøkstri síðan 2011, tá ið áleið 400 ársverk vóru í hesi vinnu. Ferðafólkatalið er samstundis vaksi og nú koma áleið 110.000 ferðafólk til landi um árið. Vøksturin í ferðafólkatalinum hevur gjørt, at trýstið á ávísar partar av landinum er vorðið ov stórt, og tað almenna hevur ikki tikið hond um trupulleikarnar, ið kunnu standast av hesum trýsti.

 

Tað er tískil av al stórum týdningi, at hond verður tikin um hesa avbjóðing. Vit mugu dagføra lóggávuverkið, soleiðis at tað hóskar nútíðini til, samstundis sum vit gera reglur og lógir, ið taka atlit til fólk á staðnum - tey, ið eiga og umsita jørðina í dag. Tað er av al stórum týðningi, at vit fara væl um okkara náttúru, ið er tilfeingi hjá øllum okkum, sum búgva her í landinum.

 

Fleiri eru tey, ið síggja møguleikar í ferðavinnuni í hesum døgum og tað er eisini at fegnast um. Vit vita væl, at ein av fyrimunum við ferðavinnuni er, at hon kann spjaðast um alt landið og at tað tískil eru nógv runt um í landinum, ið kunnu fáa inntøkur av hesi vinnu. Tí er tað av so stórum týdningi, at vit skipa økið - ongantíð ov skjótt.

 

Tað eru nógv lætt atkomulig støð kring landið, ið ikki krevja tað stóra fyri at gerast ein inntøkukelda fyri tey lokalu. Eitt nú Tjørnuvík hevur eina frálíka kafé/ matstovu, har fólk kunnu sita og njóta tað vakra útsynið, bygdina og náttúruna. Tað sama kundi verði gjørt eitt nú á Vágseiðinum, ið er ein av perlinum í Suðuroynni, bæði í stormi og logn.

 

Nú man tosar um at leggja avgjøld á ferðafólk, so liggur longu eitt ferðaavgjald á 65 kr. á hvørjum einasta ferðafólkið, ið kemur til landið - kanska kundi hesin peningur deils verði oyramerktur til menning av ymiskum økjum.

 

Ferðavinnan hevur eisini ein annan fyrimun fram um aðrar vinnur, hon er ikki beinleiðis tengd at okkara vanliga tilfeingi, sum eitt nú alivinnan og fiskivinnan.  Áleið 7% av okkara útflutningsvirði kemur í dag frá ferðavinnuni og um vit framhaldandi klára at vaksa og vit samstundis megna at fáa greiðar lógir og reglar á økinum, so hava øll vunnið.

 

Eg vil arbeiða fyri at vit fáa hesi ting avgreidd sum skjótast. So vit øll kunnu gleðast um ferðavinnuna.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur