Bústaðir í útjaðaranum

14. august 2019



Góðar tíðir eru í Føroyum og fólkavøkstur hevur eisini verið leingi. Nógv arbeiði er og nógv mangla bústað.

 

I høvuðstaðnum er nógv bygt og fleiri íbúðarblokkar eru bygdir. Hóast kostnaðurin er høgur, so eru bankarnir fegnir um at veita lán til fólk í Havnini.

 

Verri er í útjaðaranum. Peningastovnarnir vilja ongan váða taka, og illa ber til at fáa lán uppá meira enn peningastovnarnir eru vísir í, at seljast kann fyri her og nú.

 

Skalt tú byggja eini hús, so er kostnaðurin mestsum tann sami, líkamikið hvar tú byggir – munurin kann vera prísurin á grundstykkinum. Skalt tú byggja uttanfyri Havnina, so siga peningastovnarnir nei ella vilja teir bert veita tær ein part, sum als ikki er nóg mikið.

 

Nógvar bygdir í útjaðaranum hava nógv byggiklár grundstykki tøk. At meira enn helmingurin av Føroya fólki og serliga ung uttan stóra uppsparing, ikki kann fáa lán at fáa sær hús fyri, er sjálvandi als ikki í lagi og als ikki neyðugt heldur.

 

Fleiri møguleikar eru fyri at loysa hendan trupulleikan:

 

I Noregi hevur norski staturin ein banka: Den Norske Husbank. Hesin bankin veitir lán uttan at spyrja, hvar byggjast skal. Til ber at fáa lán uttan eginkapital, men sjálvsagt skal inntøka til. Her heima kenna vit sjálvi til húsalánsgrunnin, sum ein møguleika.

 

Hvør leistur verður nýttur, er sjálvandi ein samráðingarspurningur, eg vísi her á møguligar loysnir, og tískil at tað væl ber til at finna loysnir.

 

Tað er sera umráðandi, at hesin trupulleikin verður loystur sum skjótast, so ikki nógvir árgangir detta burtur ímillum, og ikki sleppa at seta búgv, har teir sjálvir ynskja tað.

 

Føroyar skulu vera fyri øll.

 

Villads Bøgesvang

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur