Villads Bøgesvang stillar upp fyri Sambandsflokkin

13. august 2019


Eitt nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið


Villads Bøgesvang er føddur í 1970 og uppvaksin í gamla prestagarðinum í Klaksvík. Gekk í barnaskúla í Klaksvík og tók so studentsprógv í Gøtugjógv. 

 

Hann býr á Eiði og er giftur við Paulu, sum er lærari. Tey eiga fýra børn, Ria, Kristian, Emilia og Viktoria - og sjefaran Mickey.

 

Sum ungur royndi Villads ymiskt - arbeiddi hjá Strandferðsluni, í sjómanskirkjuni í New York, koyrdi turistbus í Europa og hernaðarskyldu í danska Beredskapskorpsinum.

 

Í 1997 gjørdist Villads tyrluflogskipari. Fleyg í umleið tíggju ár fyri Atlantic Airways, m.a.  leiting og bjarging. Hevur flogið í sera nógvum londum og seinast í miðeystri. Hann hevur búð í Qatar í trý ár saman við familjuni, har hann arbeiddi og framvegis er knýttur at tyrlufelag í oljuvinnu.

 

Villads er instruktørur og examiner, t.v.s hann gerð royndir fyri loftferðslumyndugleikar um alt Europa.

 

Í frítíðini spælir hann m.a. horn og trompet í Eiðis Ljómfelag.

 

Tað er aðru ferð Villads stillar upp til løgtingsval og hann hevur nógv upp á hjarta.

 

Nøkur av hjartamálum hansara eru:

 

UMHVØRVIР

Dálking er størsta hóttanin og mugu vit taka í egnan barm. Vit mugu geva borgaranum møguleika at minka um CO2 útlát við m.a. sólorku, vindorku, jarðhita og tillaga lóggávu, so vit fáa fleiri hybrid- og el-bilar. Framhaldandi skulu vit gera umhvørvisvinarligar loysnir til elframleiðslu.

 

ÚTJAÐARIN

Vit mugu steðga totalu urbaniseringini - øll búgva ikki í Havn. Tað skal verða líka lætt at fáa bústaðarlán á bygd sum í býi. Her eru ymsir møguleikar t.d. húsalánsgrunnur ella sum norski statsbankin Husbanken, sum fíggjar alla staðni við somu lágu rentu.

Eisini skal infrakervið raðfestast øðrvísi. Tað skal vera trygt at koyra til og frá útjaðaranum - nevnast kann vegurin til Tjørnuvíkar og tunlarnir norður um fjall í Norðoyggjum. 

 

RÍKISFELAGSSKAPURIN

Vit føroyingar eru stoltir av okkara samleika. Vit búgva í einum góðum, vøkrum og tryggum landi. Oftani fær ein kensluna av, at hetta er tað tættasta vit koma upp á paradís á jørð. Føroyar eru millum mest framkomnu lond og er hetta okkara vitan og umhvørvi fyri at takka. Skulu vit framhaldandi tryggja okkum framgongd sum land, bæði í heilsuverki, útbúgving, nýtslu av tilfeingi o.s.fr., so er neyðugt við einum tryggum neti. Í Ríkisfelagsskapinum hava vit eisini grundleggjandi rættindi til útbúgving og sjúkraviðgerð - líka fyri øll og ikki bara fyri nøkur.

 

FISKIVINNAN

Okkara høvuðsvinna skal hava so góðar karmar sum gjørligt, so til ber hjá føroyingum sjálvir at gera íløgur.

Tillagingar mugu eisini gerast, t.d. so undan slepst, at tonsavís av fiski verður blakaður út aftur.

 

ÚTBÚGVING

Vit hava ein góðan vælvirkandi fólkaskúla, góðar miðnámsútbúgvingar, góðar handverksútbúgvingar og eitt gott Fróðskaparsetur. Føroyar eru lítlar og mugu vit tryggja okkum, at vit varðveita teir førleikar, ið skulu til fyri at fara undir víðari lesnað í útlondum - ikki minst í Skandinavia og Danmark, har flest fara til.

 

FØROYAR FYRI ØLL!

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur