Anja Haldansen stillar upp fyri Sambandsflokkin

9. august 2019


Enn eitt nýtt valevnið stillar upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin


Anja Haldansen er 43 ár og uppvaksin í Vági. Anja hevur verið búsitandi í Vestmanna saman við familju síni í 11 ár. Hon er gift við Jan Haldansen, saman eiga tey 3 dreingir.

 

Hon er útbúgvin á Handilsskúlanum, tók seinni handverkaraútbúgving sum hárfríðkari, har hon hevði egið virki í nøkur ár.

 

Í 10 ár hevur Anja starvast innan dagstovnaøkið. Anja hevur tikið útbúgving sum námsfrøðingur og hevur starvast í 3 ár sum varðaleiðari innan dagstovnaøkið. Hetta seinasta árið hevur Anja starvast sum námsfrøðingur í skúlanum í Vestmanna.

 

Hon hevur líka frá barnsbeini av havt áhuga fyri politikki - tað bleiv altíð kjakast nógv um politikk í barnaheiminum hjá henni.

 

Anja hevur valgt at stilla upp, tí hon heldur, at tað mangla nógvar kvinnuligar røddir á tingi.

 

Tað eru eisini nakrir fagbólkar í Føroyum, sum mangla ein rødd í Løgtinginum. 

 

Anja hevur drúgvar royndir og vitan innan arbeiðið við børnum og ungum við serligum tørvi, bæði innan dagstovn og skúla. Hon heldur, at tað kunnu gerast nógvar broytingar, serliga innan skúlaøkið. 

 

Hon hevur valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin, tí hesin flokkurin umboðar bæði tað sosialu og liberalu hugsjónina. Fyri at reka eitt gott vælferðarsamfelag og ein góðan og sunnan búskap, skulu hesi bæði aspektini verða til staðar.

 

Anja heldur, at Føroyar og vit føroyingar standa sterkari í einum felagskapi enn uttanfyri. 

 

Nøkur av hennara hjartamálum til Løgtingsvalið eru:

 

- At føroyar er eitt land, har øll hava tað gott og virðilig kor at virka undir

- Vit mugu betra um viðurskiftini hjá børnum og ungum við serligum tørvi í fólkaskúlanum

- Vit mugu skapa tilboð til ung við serligum avbjóðingum

- Vit mugu seta meira fokus á tað námsfrøðilga økið

- Allir føroyingar skulu hava eina viðgerartrygd innan alt heilsuverkið

- Allir føroyingar skulu hava eitt cpr. nr. sum trygd innan heilsuverkið í øllum ríkinum

- At vit fáa einar grønar Føroyar, t.d. mugu vit skipa skiljing av burturkasti betur

- Vit mugu tryggja, at vinnan hevur góðar, stabilar og tryggar karmar at virka innanfyri

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur