Lýsing

1. august 2019



Sambandsflokkurin ynskir eitt samfelag, har vit øll trívast. Øll skulu hava somu atgongd til vælferðartænastur, og allar vælferðartænastur skulu vera í heimsflokki.

 

Samfelagið skal tryggja, at allir borgarar í Føroyum hava bestu møguleikar at trívast og mennast.

Sambandsflokkurin stendur saman um samfelagið og borgaran.

 

Sambandsflokkurin er ein vinnuvinarligur flokkur. Vinnan er grundarlagið, vit byggja landið á, og tí skal hon hava bestu karmar. Sum samfelag eiga vit at gera tað smidligt og lætt hjá vinnuni at vaksa og at sleppa út um landamørk.

 

Sambandsflokkurin ásannar risastóra týdningin vinnan hevur fyri landið. Ongin vinna, ongin vælferð.

Sambandsflokkurin stendur saman um vinnuna og fólkið.


RN


Aftur