Stór signing - stór ábyrgd

5. august 2019



Herfyri kunngjørdi ST nýggjastu tølini fyri hungur í heiminum, og tað syrgiliga er, at hóast heimsbúskapurin er batnaður, so er talið á svøltandi fólkum vaksandi.

 

ST hevði annars sett sær fyri, at vit skulu útrudda hemsins hungur innan 2030, men nú er talið á hungrandi menniskjum vaksið triðja árið á rað. í 2018 vóru 821,6 mió. fólk hungrandi - hetta er áleið 9. hvør heimsborgari.

 

Fiskiríkidømi

Í 2018 var heildarveiðan hjá føroyskum skipum 660.000.000 kg - tvs. at vit hava fiskað nakrar milliardir máltíðir. Hetta er fantastiskt, men tað hevur eisini eina ábyrgd við sær, at vit eru signað við so stórum fiskiríkidømi.

 

Í pørtum av veiðini, taka vit fløkini við til lands, meðan vit blaka høvd, ryggir, livrar o.a. yvir borð. Flakini eru sera týdningarmikil, tí hesi hava størst virði og kunnu seljast fyri nógvar pengar í Evropa, men restin hevur eisini stóran týdning, tí at hesin bíligari parturin verður oftast seldur til tey fátækaru londini.

 

Okkara forfedrar vóru undangongumenn, tá talan var um at gagnnýta allan matin.  Tað síggja vit eitt nú aftur í hvussu stórur partur av lombunum verður gagnnýttur. Eisini eru flest okkara eisini upplærd við ikki at leiva mat, og hetta eiga vit heldur ikki at gera sum samfelag. Umframt at minka um burturkast, so kemur hesin parturin av fiskinum eisini okkum øllum til góðar og kann skapa arbeiðspláss og virðir í Føroyum.

 

Eg vil tí virka fyri, at alt okkara tilfeingið kemur til lands, og at so stórur partur sum møguligt verður virkaður til matnað.

 

Menningar- og neyðhjálp

Eg vil somuleiðis virka fyri, at vit seta enn meir pengar av, til at hjálpa teimum fátækastu. Tað er at fegnast um, at menningarhjálpin er vaksin farnu árini, men vit eru framvegis stórir eftirbátar í mun til okkara grannalond.

 

í 2017 doyðu áleið 6,3 milliónir av teimum føddu børnunum (undir 15 ár). Størsti parturin vóru børn undir 5 ár og størsti parturin kundi verið fyribyrgdur sambært WHO.

 

Vit hava bæði ráð og skyldu til, at geva okkara íkast til at fáa heimin til eitt betri stað. Tað kunnu vit gera við at rationalisera okkara framkomnu høvuðsvinna enn meir.

 

Jaspur Langgaard

valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur