Jaspur Langgaard stillar upp fyri Sambandsflokkin

1. august 2019


Eitt nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið


Jaspur Langgaard er føddur tann 1. apríl 1970 í Leirvík. Hann er 49 ára gamal. Er giftur við Oliviu og saman eiga tey dreingirnar, Remi, ið er 27 ár og Beinir, ið er 20 ára gamal.

 

Jaspur tók útbúgving sum datamatikari í Odense, seinni hevur hann tikið læraraútbúgvingina í Havn. Hann hevur arbeitt innan KT og undirvísing, til hann í 2009 byrjaðu sum sjálvstøðugur.

 

Í dag arbeiðir hann í egnari fyritøku KREA, sum fæst við KT og samskifti. Sum yngri fór nógv tíð til frítíðarvirksemi, eitt nú skótar, fóltbólt og svimjing.

 

Sum eldri hevur frítíðin hjá honum, m.a. verið brúkt til missiónarbeiði, renning, súkkling og bridge.

 

Orsøkin til, at Jaspur hevur játtað at stilla upp fyri Sambandsflokkin, er at Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur flokkur, sum ynskir at varðveita Ríkisfelagsskapin, sum hevur tænt okkara vælferðarsamfelag við slagorðinum: “Saman standa vit sterk.”

 

Hansara hjartamál eru:

 

- Ríkisfelagskapurin tryggar okkum vælferðina, beinleiðis og óbeinleiðis

- Mannarættinum hjá tí ófødda barninum

- Strangari dóm til pedofilar

- Rúsdrekka ikki nýtast av persónum undir 18 ár

- Fólk við sálarligum avbjóðingum skulu tryggjast neyðugu hjálpina

- Vinnan skal hava góðar og tryggar karmar at arbeiða undir, innanfyri Ríkisfelagsskapin

- Fiskivinnan skal mennast, soleiðis at vit fáa mest burturúr tilfeinginum

- Menningarkvotan skal útlutast til bestu hugskotini, óansæð, hvar í landinum tú býr

- Útjaðarin skal mennast - við m.a. at flyta almenn størv út í minnu økini

- Skapa bestu umstøður til ítróttin, við m.a. eini innandura fótbólts- og ítróttarhøll

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur