Negativar stjørnur til yvirfriðingarnevnd - tvey-stjørnu KOKS skal ikki steingja

30. juli 2019



Yvirfriðingarnevndin hevur boðað matstovuni KOKS frá, at matstovan frá 1. september 2019 ikki sleppur at halda fram við gastronomiska virksemi sínum frammi við Gjónna við Leynavatn.

 

Ein minni “teknikalitetur” er orsøkin til, at virksemið skal steingja. Grundgevingin fyri at steingja KOKS er, at ein lítil arbeiðsskúrur aftanfyri sjálvan høvuðsbygningin bara kann brúkast til landbúnað. Henda bygning hevur KOKS latið gjørt um til ein køk, so teir kunnu borðreiða tann geniala føroyskt-inspireraða matin, sum hevur givið KOKS tvær Michelin-stjørnur.

 

Fyrisitingin í hesum landi, íroknað yvirfriðingarnevndin, eigur ikki at avlíva spírandi føroyskar fyritøkur, sum hava success, men eigur heldur at geva hesum betri gróðrarlíkindi. Her er ikki eingongd talan um, at KOKS ger nakað, sum fyri altíð kemur at skemma náttúruna og ikki lutfallsliga lætt kann setast aftur í upprunastand.

 

Fólk úr øllum heimunum hava verið á KOKS fyri at kanna hvussu vit í Føroyum megna at hava eina matstovu við tveimum Michelin-stjørnum, har tey onga hava.

 

Her er talan um eina fyrimyndarliga íverksetan, av ungum fólkum sum hava gjørt tað ógjørliga gjørligt. Tey geva øðrum ungum íblástur til at fara í holt við teirra dreymar, tí alt ber til, bara vit trúgva uppá tað. KOKS hevur skapt eitt navn og eina gastronomiska perlu í Føroyum. Ein undirskrift-innsavnan er í gerð og er møguligt at skriva undir HER

 

Undir ongum umstøðum skal KOKS kroystast til at steingja, tí fyrisitingin ikki klárar at tann lítli hjallurin aftanfyri húsini eitt tíðarskeið verður brúktur til køk. Come on, hetta kunnu tit ikki meina.

 

Ingi Mittún
næstformaður í Føroya Væl, Sambandsflokkurin


RN


Aftur