Nýggja og sterka kós fyri Føroyar

28. juli 2019



 

Sambandspolitikkur er sosialliberalur, og við honum seta vit í felag nýggja og sterka kós fyri Føroyar. Málið er tryggleiki og stabilitetur, vøkstur við veruligari búskaparstýring, vinnulig menning, økt vælferð og gott samstarv við umheimin og í Ríkisfelagsskapinum.

 

Tú ert vælkomin við á ferðina fram móti einum betri og ríkari samfelag, har ið øll eru vinnarar.

 

Sambandsflokkurin bjóðar seg fram at tryggja trivnað fyri øll og fremja veruliga búskaparstýring.
 

Sterkur ringur skal sláast um Ríkisfelagsskapin og Ríkisgrundlógina, ið tryggjar tær og tínum ríkisborgararættindi.

 

Nú er brúk fyri tínum holla stuðuli fyri at verja tíni rættindi.

 

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur