Anna Falkenberg stillar upp fyri Sambandsflokkin

30. juli 2019


Enn eitt nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið


Anna Falkenberg er forkvinna í Ungmannafelagnum Samband, og hevur verið ein virkin partur av bæði Sambandsflokkinum og ungmannafelagnum síðani 2013.

 

Hon er 23 ár og hevur búð í Danmark síðani 2016, har hon júst er liðug við eina bachelor útbúgving í stjórnmálafrøðið. Eisini hevur hon seinasta árið sitið sum varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri Ung, umboðandi Nordens Liberale Ungdom.

 

Anna hevur seinasu árini verið lesandi, og veit tískil akkurát hvat tað er teimum ungu tørva og eftirspyrja. Eisini hevur hon sjálv upplivað, hvørjir fyrimunir vit føroyingar hava í Ríkisfelagsskapinum, men samstundis eisini hvørjar forðingar eru í ríkinum. Anna heldur, at tað hevur stóran týdning, at vinnulívið fær góðar karmar at virka undir, tí vinnulívið er við at tryggja okkum borgarum góða vælferð. Hetta er kjarnin í hennara sosialliberalu stevnu.

 

Anna fer til val við hesum fýra hjartamálum:

 

Frælsari Føroyar

- Vit skulu vera fræls í felagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin skal mennast, og skapa bestu karmar fyri okkum føroyingar

- Størri ávirkan og fleiri heimildir á uttanríkispolitiska økinum og at gera altjóða samhandilsavtalur

- CPR-nummur skulu verða lættari atkomulig fyri føroyingar

- Frælsisrættindini hjá føroyingunum skulu styrkjast - við serligum denti á etiskum málum

 

Fyrstafloks Fróðskaparsetur

- Vit skulu hava kvalitetsútbúgvingar í Føroyum - kvalitet fram um kvantitet

- Tað hevur týdning, at tað er samsvar millum útboð av útbúgvingum og eftirspurning á arbeiðsmarknaðinum

- Útbúgvingar, ið verða útbjóðaðar skulu samsvara við okkara føroyska samfelag í nógv hægri mun

- Fróðskaparsetrið skal altjóðagerast, og harvið í nógv hægri mun tiltrekkja útlendsk lesandi

 

Grønar Føroyar

- Ferð skal á ta grønu umleggingina

- Varandi orkukeldur skulu prioriterast, og útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum skal minka

- Samfelagið hevur yvirornaðu ábyrgdina av grønu umleggingini, men skal til eina og hvørja tíð eggja bæði borgaran og vinnulívið at velja grønar loysnir til teirra privata húsarhald og vinnuliga virksemi

 

Liberalisering innan rúsdrekkavinnuna

- Veikari rúsdrekka, øl og vín, skal seljast í matvøruhandlum

- Fokus skal setast á tað veikara rúsdrekka soleiðis, at føroyska rúsdrekkamentanin broytist

- Veikara rúsdrekka skal gerast ein intigreraður partur av matmentanini - hetta fer at elva til eina sunnari tilgongd til rúsdrekka

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur