Annfinn Brekkstein stillar upp fyri Sambandsflokkin

26. juli 2019


Eitt kent andlit í kommunalpolitikki stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið


Annfinn Brekkstein er føddur í Tórshavn 21. august 1960 og er uppvaksin á Velbastað. Hann er giftur við Ruth Brekkstein ættað úr Nólsoy. Tey eiga 2 børn: Anja Brekkstein, 32 ár, útbúgvin sjúkrasystur og Gunnvør Brekkstein, 24 ár, útbúgvin finansøkonom.

 

Hann hevur handilsmedhjálparaprógv frá 1980 og bankaútbúgving frá 1992.

 

Eykapolitistur í Tórshavn frá 1982 til 1986. Annfinn starvaðist hjá Reyni Service til 1982. Flogfelag Føroya til 1984. Frá 1984 til 1988 hjá Auto Service. Frá 1988 í Sjóvinnubankanum (Føroya Banka) til 1997. Eik Banki frá 2010 til 2017, síðani sum bókhaldari hjá Demich, har hann starvast í dag.

 

Egið virki frá 1999 til 2008.

 

Limur í Jarðarráðnum frá 1995 til 1999 og limur í Yvirútskiftingarnevndini fyrst í 1990 árunum.

 

Annfinn hevur verið virkin ítróttarmaður, serliga innan hondbólt, men eisini innan fótbólt. Luttikið í felagsarbeiði fyri ítróttarfeløg í Havn síðani seinast í sjeytiárunum. Nú limur í Hóndbóltsambandi Føroya.

 

Frítíðina brúkar hann til familju og vinir, eins og hann fæst við seyð og gæs, og njótir okkara vøkru náttúru.

 

Hann hevur verið í kommunalpolitikki frá 1988 til 2004, harav 8 ár sum borgmeistari í Kirkjubøar Kommunu. Bleiv valdur í Tórshavnar býráð nov. 2008 fyri Sambandsflokkin.

 

Annfinn kom inn á Ting sum varalimur fyri Lisbeth L. Petersen eitt stutt tíðarskeið á heysti 2004. Í 2015 valdu hann eisini at stilla upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin.

 

Annfinn hevur altíð verið sambandsmaður, tí honum dámar best sosialliberalu grundhugsjónina og flokkin sum borgarligan. Sosiala stevnan stendur m.a. fyri at hjálpa teimum, sum tørva hjálp og at veita hjálp til sjálvhjálp. Liberala stevnan stendur m.a. fyri fíggjarligum frælsi hins einstaka og vinnuligum fyritakssemi.

 

Harafturat heldur Annfinn, at tað er gagnligt fyri menningina av føroyska samfelagnum, at vit eru partur av Ríkisfelagskapinum.

 

Hjartamálini eru fleiri og m.a. hesi: 

 

- Flyta okkum fram á leið á orkuøkinum

- Meira framleiðsla av føroyskum vørum, serliga landbúnaðarvørur

- Stabilt og trygt heilsuverk fyri allar føroyingar

- Stabila og tryggari samferðslu

- Betri útbúgvingarmøguleikar, Unversitet ella kampus

 

At enda leggur Annfinn afturat týdningin av, at vit politiskt arbeiða frameftirlítandi uppbyggjandi.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur