Takk fyri, Føroya Pro Vita

29. juni 2019



Fekk í fyrradagin eina bók frá Føroya Pro Vita við postinum.

 

Pro Vita ger eitt einastandi arbeiði fyri at verja lív og rættindi hjá øllum - eisini teimum óføddu børnunum. Tí setti eg meg beinanvegin at lesa bókina, sum eg væntaði mær nógv av. Og lat meg fyrst siga, at bókin so avgjørt livdi upp til vónirnar. Hon var skjót at lesa og á tremur við góðum grundgevingum fyri, hví vit eiga at verja øll lív - eisini lívið hjá teimum óføddu.

 

Eins og rithøvundurin, Randy Alcorn, eri eg av tí fatan, at lívið byrjar við gitnaði, og at øll menniskju eiga at verða vard av okkara lóggávu - eisini tey óføddu. Vit eiga sum skjótast at tryggja øllum rættin til lívið.

 

Eg vil endurgeva eitt brot úr bókini: “Mismunur eigur ikki at verða gjørdur á menniskjum vegna teirra tilhald. Føðingin fremur onga grundleggjandi broyting í barninum; tað er í grundini tað sama áðrenn og eftir føðing. Onki óvanligt fer fram, sum broytir nátturu barnsins, tá tað førkar seg 20 tummar innan úr mammuni og útum.”

 

Tað er mín vón, at allir føroyingar lesa bókina við opnum sinni. Eri sannførdur um, at nógv verða tey, sum fara at broyta meining, eftir at hava lisið bókina - teimum óføddu børnunum at frama.

 

Eins og Ronald Reagan, trúgvi eg eisini, at lóggáva, sum fer at gera enda á fosturtøkum, fer at verða viðtikin í nógvum londum - eisini í Føroyum.

 

Jaspur Langgaard

valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur