Sambandsflokkurin vil víðarimenna

1. juni 2019


Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið fult út gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum, og hann skapar úrslit


Flest allir politiskir flokkar í Føroyum vilja hava sæti á Fólkatingi - men tað er bert tann eini, ið fult út gongur inn fyri, at Føroyar eru í Ríkisfelagsskapinum.

 

Tað er Sambandsflokkurin.

 

Vit fara ongantíð á Fólkating fyri at krevja eina føroyska grundlóg ella rópa um loysing. Slíkt hoyrir ikki heima á Christiansborg, og vit føroyingar hava longu eina haldgóða grundlóg at líta á.

 

Sambandsflokkurin byggir upp, har hini vilja bróta niður.

 

Vit vilja verja og menna ríkisborgararættindi hjá føroyingum og arbeiða fyri at tryggja vælferð fyri hvønn einstakan - ikki minst í eini tíð, har ið vælferðarskipanir í flestum framkomnum londum eru undir trýsti.

 

Ein fólkatingslimur úr Sambandsflokkinum fer at vinna sær ávirkan á alla lóggávu og mál, ið hava við Føroyar at gera. Harumframt hevur hann gott innlit í og ávirkan á uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikk. Hetta eru økir við týdningi fyri Føroyar sum partur av Europa og alheiminum.

 

Markaforðingar millum tey trý londini í felagsskapinum skulu burtur. Talgildið heimurin setur nýggj krøv og krevur nýggj tiltøk. Fyri at fylgja útviklinginum er neyðugt, at geva føroyingum møguleika at fáa sær Cpr-tal, so vit fáa fulla nyttu av teimum møguleikum vit hava í ríkisfelagsskapinum.

 

Fyritøkur hava eisini atgongd til stórar ígongdsetara- og stuðulsskipanir, ið vinnulívið kann fáa gagn av, og sum kunnu vera við til at skapa nýggj arbeiðspláss í Føroyum.

 

Sambandsflokkurin vil ÚTVIKLA - ikki AVIKLA - Ríkisfelagsskapin. Vit vilja útbyggja samstarvið í Ríkisfelagsskapinum fyri at skapa vælferð, búskaparvøkstur og fólkavøkstur í Føroyum.

 

Vel eitt sterkt umboð á Fólkating.

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur