Jensia Højgaard Kjærbæk stillar upp fyri Sambandsflokkin

29. mai 2019


Enn eitt nýtt kvinnuligt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið, og eisini nýtt í politiskum høpi


Jensia Højgaard Kjærbæk er fødd í 1978 og er uppvaksin í Havn.

 

Nam sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 2003 og fekk serútbúgving innan intensiva sjúkrarøkt í samstarvi við Region Hovedstaden í Danmark og Landssjúkrahúsið í 2016. Jensia hevur starvast á Landssjúkrahúsinum síðani 2003.

 

Hon er gift Leon Svenningsson Kjærbæk úr Vági, og saman eiga tey 3 børn og búgva í Havnini. Umframt hetta, er Jensia virkin innan barna- og ungdómsarbeiði í samkomuhøpi.

 

Jensia er eitt kent andlit innan andaliga tónleikapallin í Føroyum m.a. við bólkinum “tær fýra” úr Frelsunarherinum, sum eisini fyllir nógv í hennara lívi. Annars hevur hon, sum ung, verið íðin hondbóltsspælari og kapprógvari.

 

Hon stillar upp fyri Sambandsflokkin, av tí, at hon metir henda flokkin at vera einasta politiska flokk í Føroyum, ið veruliga vil og stendur inni fyri at varðveita og styrkja Ríkísfelagsskapin, og sambondini millum Grønland, Danmark og Føroyar.

 

Sambandsflokkurin vil, at í Føroyum skulu øll kunnu liva og virka, og framhaldandi hava eitt vælferðarsamfelag. Eitt samfelag, har hin einstaki føroyingurin, kann hava frælsið til at velja at nema sær útbúgving, starvast á sjógvi ella landi, sum verkafólk ella hvat tað kann vera. Eitt samfelag, har hin einstaki kann fara til lækna og fáa hjálp ella blíva innlagdur á sjúkrahús til viðgerð. Eitt samfelag, sum barnafamiljan kann kenna seg tryggan við at festa sær búgv í. Eitt samfelag, sum fólkapensjónisturin kann kenna seg tryggan við, tá hann kemur til tann aldurin.

 

Ríkisfelagsskapurin hevur lagt lunnar undir alla vælferð í okkara samfelagi. Ja, og lat okkum so koma víðari, sigur onkur. Nei, sigur Jensia, tí vit eru ikki komin undir land, soleiðis at vælferðin røkkur øllum í okkara samfelagið. Í hennara dagliga yrki møtir hon fólki, sum eru í svárari neyð, tí tey eru komin í ta ólukkuligu støðu, at teimum tørvar meira hjálp, enn okkara heilsu- og nærverk hevur at bjóðað.

 

Jensia kenni einligar mammur, ið ikki sleppa at seta føtur undir egið borð, hóast tær eru útbúnar og hava føst størv, men mugu búgva til leigu, um tær eru so heppnar at finna nakað at búgva í, sum tær hava ráð til. Foreldur og ommur og abbar rópa neyðarróp, vegna teirra barn ella ommu- og abbabarn, ið ikki kann fáa røttu viðgerðina fyri sálarsjúku, og bíðilistarnir eru ov langir.

 

Fólkapensjónistarnir verða skýrdir at verða ein byrða, nakað so skammiligt og óvirðiligt fyri okkara eldru, sum hava lagt lunnar undir, at vit í dag kunnu njóta alt tað góða, vit hava í okkara landi.

 

Hetta er alt øki, sum vit hava grundlógartryggjaðan rætt at fáa stuðul til ígjøgnum ríkisveitingina, sum skal prístalsviðgerast, soleiðis at vit kunna raðfesta vælferðina hjá ØLLUM føroyingum, eisini teimum, sum ikki hava tað serliga gott í okkara sokallaða vælferðarsamfelag - tey, sum stríðast fyri at yvirliva hvønn dag.

 

Hon sigur, at Sambandsflokkurin hevur sum eitt av sínum aðalmálum at arbeiða fyri, at føroyingar, eins og danir, verða fevndir av viðgerðartrygd. Blívur tú sjúk(ur), hevur tú rætt til viðgerð innan 30 dagar, antin í Føroyum ella í Danmark ella aðrastaðni, har viðgerðin verður givin.

 

Jensia hevur fingið nokk av, at vera vitni til førda politikkin í Føroyum og á Fólkatingi hesa síðstu valsetuna. Men um man vil hava ávirkan, so má man taka stigið fullt út, og tí hevur hon valt at stilla upp.

 

Hon vil inniliga heita á øll sambandssinnaði, og annars øll okkum, sum ynskja at Føroyar framvegis skal vera heimsins tryggasta og besta land at liva í:

 

REISIST OG VELJI SAMBANDSFLOKKIN Á FÓLKATING, SOLEIÐIS AT RÍKISFELAGSSKAPURIN VERÐUR STYRKTUR OG VARÐVEITTUR, OG HARVIÐ VÆLFERÐIN HJÁ OKKUM ØLLUM.

 

Saman um Sambandsflokkin.

 

Saman standa vit sterk. Gott val.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur