Jákup Fróði stillar upp til Fólkatingið

27. mai 2019


Eitt nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið


Jákup Fróði Djurhuus er 56 ára gamal, og ættaður úr Skopun.

 

Hann er útbúgving innan marknaðarføring og búskap, og hevur eisini lisið løgfrøði á Setrinum, og á Syddansk Universitet.

 

Jákup Fróði arbeiddi á Fiskasøluni í nógv ár, og stóð fyri at samráðast við laksakeyparar kring allan heim, so hvørt alivinnan í Føroyum tók seg upp, og kravdi nýggjar marknaðir.

 

Hann hevur verið sjálvstøðugur vinnurekandi síðani 1990, og rekur m.a. Bygdaleiðir í Sandoy.

 

Jákup Fróði hevur eisini sitið sum bygdarráðslimur og næstformaður í Skopunar Kommunu árini frá 1992-2000, tá ið hann ikki stillaði uppaftur.

 

Jákup Fróði heldur, at tað hevur ongantíð verið so neyðugt sum nú at “VERJA Ríkisfelagsskapin”.

 

At vera tann føroyska røddin hjá tí vanliga føroyinginum á Fólkatingi.

 

At verja tey áhugamál og tey rættindi, sum vanligi føroyingurin hevur í Ríkisfelagsskapinum.

 

At menna Ríkisfelagsskapin.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur