Fyrrverandi løgmaður og floksformaður stillar upp

26. mai 2019


Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, stillar upp til fólkatingsvalið - ein politikari við drúgvum royndum innan politiska leiðslu og altjóða viðurskifti


Kaj Leo Holm Johannesen er føddur 28. august 1964. Hann er uppvaksin og býr í Havn. Kaj Leo er útbúgvin skipsførari.

 

Kaj Leo var formaður í Sambandsflokkinum í tíðarskeiðnum 2004 til 2015. Hann sat sum løgmaður frá 2008 til 2015, har hann m.a. leiddi við hepnari hond landið gjøgnum búskaparkreppuna.

 

Kaj Leo var sera sjónligur á uttanríkispolitiska pallinum og var við at gera tvær avtalur vegna Føroyar í Arktiska ráðnum, eina í Nuuk í Grønlandi um leiting og bjarging, og hina í Kiruna í Finnlandi um burðadygga menning og fyribyrgjan av oljudálking.

 

Hann var eisini vegna Føroyar í stórum stríði við Danmark/ ES um okkara rætt til størri pelagiskt tilfeingi.

 

Kaj Leo gjørdi vegna Føroyar handilsavtalu við Turkaland og avtalu við Russland um pelagiskan fisk og laks, og hevði stóra virðing frá danska Uttanríkisráðnum og frá donskum forsætisráðharrum.

 

Kaj Leo er formaður í HB og er við sínum royndum bæði politiskt og ítróttarliga valdur í ECA - ein europeisk fótbóltsnevnd, har umboð fyri tey stóru fótbóltsfeløgini í Europa eisini luttaka.

 

Hann er holdspælari av natúr og raðfestir høgt politiska arbeiðið og samanhaldið í Sambandsflokkinum.

 

Tey mál, sum Kaj Leo brennir fyri, eru m.a., hvussu Ríkisfelagsskapurin kann nútímansgerast, har Føroyar kunnu fáa størri ávirkan í altjóða høpi, eitt nú í Arktis og hvussu vit kunnu beina burtur markaforðingar millum londini. 

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur