Takk til Sambandsflokkin fyri sera jaligan boðskap í KVF

26. mai 2019



Víst verður til sendingina Andglettur í KVF, fríggjakvøldið 24. mai.

 

Tey, sum verða vald at umboða føroyingar á Fólkatingið skullu sjálvsagt arbeiða til frama fyri føroyingar. Tað gevur als onga meining at velja flokkar, sum vilja avtaka grundlógar tryggjaði rættindi í ríkinum ella flokk, sum als ikki ætlar sær at møta til arbeiðis á Fólkatingið.

 

Viðgerðartrygdin, sum Sambandsflokkurin lovar at arbeiða fyri er eisini eitt sera gott mál at seta sær. Og sjálvandi skullu vit sjálvi rinda kostnaðin av at fáa sjúklingar í viðger aðrastaðni um hann/hon ikki kann viðgerast innan 30 dagar har tey standa á bíðilista.

 

At blokkurin skal prístalsviðgerast er eisini sjálvsagt. At kringvarpsfólkini í nevndu sending lótu seg ávirka av misskiltum nationalistum og javnstilla eina prístalsregulering av blokkinum við tað at fáa “meira pengar úr Danmark” var óreint og ósambærligt við góðan fjølmiðlasið. Tí tað er væl einki fakfelag ella nakar lønmóttakari, sum heldur seg fáa fleiri pengar frá arbeiðsgevaranum um lønin fylgir prístalinum? Tað sigur seg sjálvt at fastfrystingin av blokkinum rakar skeivt og uttan iva tey veikastu uttan at politiska skipanin gevur hesum ans. Um man ætlar at avtaka blokkin so er tað eitt heilt annað kjak, sum eg ikki skal viðgera her.

 

Aftur til viðgerðartrygdina ….

Sjálvur eri eg innkallaður til spennandi sjúkraviðgerð fyri parkinson á Bispebjerg í summar og í hesum sambandi havi eg fingið eitt bræv frá Landssjúkrahúsinum og eitt frá Bispebjerg Hospital. Brøvini siga stórt sæð tað sama, men í brævinum frá Bispebjerg standa eini boð, sum standard tekstur til allar sjúklingar í samband við viðgerartrygdina.

Men av tí at eg búgvi í Føroyum havi eg, sum skilst, ikki rætt til hesa trygdina.

 

At vit føroyingar gerast partur av viðgerðartrygdini eins og aðrir ríkisborgarar er sjálvsagt. Eg eri samdur við Sambandsflokkin um at vit føroyingar skullu rinda tann eykakostnað sum viðgerðartrygdin hevur fyri einstaka sjúklingin.

 

Í kraft av Ríkisfelagskapinum hava vit føroyingar eyðsýndar og gyltar møguleikar so har er nokk at takast við á Fólkatingið. Tað błíðkar fyri hugaðum monnum/kvinnum verður sagt og ikki minst áttu føroyingar at dyrka teir fjøltáttaðu og góðu lestrar/stuðulsmøguleikar og atgongd ES passi gevur føroyingum hóast Føroyar ikki er partur av ES.

 

Gott at hoyra jaligu sambandsumboðini og tann altíð jaliga formannin, Bárður Nielsen, boða frá, at tey eru klár til at arbeiða fyri Føroyar og føroyingar á Christiansborg. 

 

Annars skal KVF hava stórt rós fyri áhugaverdar, fólksligar og samstundis flottar valsendingar.

 

Gott val øll somul!

 

John William Joensen


RN


Aftur