Eyðdis Hartmann Niclasen stillar upp fyri Sambandsflokkin

24. mai 2019


Eitt nýtt kvinnuligt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið


Eyðdis Hartmann Niclasen er fødd 01.08.72 í Qeqertarsuaq, Grønlandi. Hon er ættað av Tvøroyri og gift við Marneri Hansen úr Miðvági, saman eiga tey synirnar Heri, ið er 13 ár og Thór, ið er 19 ár.

 

Eyðdis er uppvaksin í Danmark og í Føroyum, og hevur eisini búð í 2 ár í suður-Fraklandi. Hon flutti heim til Miðvágs við familjuni í 2006.

 

Eyðdis hevur altíð havt áhuga fyri hondbólti og fótbólti, og sum ung var tað TB, H71 og HB, men seinastu árini hevur hettar tó bert verið til stuttleikar, við Sóljuni og B36 old girls. 

 

Hon hevur arbeitt innan reiðaríbransjuna og ferðavinnu nærum alt lívið, í 26 ár til samans. 

 

Eyðdis hevur nomið sær útbúgving innan ferðavinnu frá reiðarínum DFDS A/S, og hevur akademiútbúgving í leiðslu. Í 15 ár hevur hon arbeitt sum stjórnarskrivari fyri leiðslu og nevnd, í samtøkunnum DFDS A/S og Smyril Line P/F.

 

Í 2017 tók hon við sum borgarstjóri í Vága kommunu, har hon í samband við starvið røkir ymiskar nevndarsessir s.s. forkvinna í fíggjarnevndini, stýrislimir í Kommunufelagnum, í samstarvsnevndunum í Vágum, forkvinna í Heimatænastuni, næstforkvinna í barnaverndartænastuni og forkvinna í tilbúgvingarnevndini.

 

Eyðdis hevur valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin, tí at hesin flokkurin hevur altíð haft eitt fast stavnhald, og kjalarvørrurin er ein breið vifta av vælferð og møguleikum skaptir í Ríkisfelagsskapinum. Hettar ætlar hon at fasthalda og vera við til at menna.

 

Við royndum bæði innan politikk, leiðslu, fyriskipan, marknaðarføring og sum facilitator og tóvhaldari av alskyns verkætlanum, bjóðar hon seg fram til at menna Føroyar innan Ríkisfelagsskapin, soleiðis at bæði vinnan og fólkið, ið her býr kunnu vaksa, blóma og trívast, við bestu treytum í heiminum.

 

Nøkur av hennara hjartamálum til fólkatingsvalið:

 

- Ríkisfelagsskapurin skal mennast. Í Ríkisfelagsskapinum standa Føroyar sterkari

- Boða ta jaligu søguna um Føroyar og føroyingar

- Í Ríkinum skal ongin marknaforðing verða

- Opna dyr, serliga til ES-marknaðin

- Arktiska Ráðið - fáa so stóra ávirkan sum gjørligt

- Vinnulívið, slóða fyri so smidligari marknaðaratgongd, sum gjørligt

- Viðgerðartrygd til allar føroyingar

- Veita ráðgeving og stuðul har tørvur er

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur