Helgi stillar upp fyri Sambandsflokkin

24. mai 2019


Enn eitt kent andlit í føroyskum landspolitikki og ein royndur politikari stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið


Helgi Abrahamsen er føddur í Fuglafirði tann 24. november 1966. Har búði hann til 1991, tá hann flutti út á Strendur. Hann er giftur við Oddbjørg, og saman eiga tey trý børn og tvey ommu- og abbabørn.

 

Hann er útbúgvin journalistur og starvast í løtuni sum útvarpsmaður á R7.

 

Helgi hevur verið virkin í Sambandsflokkinum í nógv ár. Hann byrjaði í Ungmannafelagnum Samband, har hann miðskeiðis í áttatiárunum var við til at stovna eitt lokalfelag í Eysturoy. Hann var eisini eitt skifti formaður í landfelagnum fyri Ungmannafelagið Samband.

 

Fyrstu ferð Helgi stillaði upp til eitt fólkatingsval var í 1987, og í mars 1990 møtti hann fyrstu ferð í Løgtinginum sum varamaður.

 

Í mai 1999 varð hann settur í fulltíðarstarv sum skrivari hjá Sambandsflokkinum, og tað starvið røkti hann til 2008, tá hann bleiv tingmaður. Hann sat í Løgtinginum til løgtingsvalið 2015. Síðani 2018 hevur Helgi verið næstformaður í Sambandsflokkinum.

 

Helgi sigur soleiðis um orsøkina til, at hann stillar upp:

 

”Eg gangi fult inn fyri tí politikki, sum Sambandsflokkurin stendur fyri. Flokkurin hevur eina langa søgu, sum sambandsfólk kunnu vera stolt av. Hesaferð hava vit sett okkum nøkur mál, sum hava stóran týdning fyri vælferðarsamfelagið. Her kann til dømis nevnast viðgerðartrygd til sjúklingar. Hon skal tryggja, at fólk fáa skjóta viðgerð, eftir at sjúka er staðfest. Eg kann eisini nevna cpr-nummarið, ið skal gera tað smidligari at fáa tænastur úr øllum ríkinum.

 

Eg bjóði meg fram at gera mína ávirkan fyri at fáa sambandspolitikk á Fólkating.”

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur