Ríkisveiting + Útbúgvingarveiting + Ríkisstovnar = Føroyskur landsskattur

23. mai 2019



Prísurin, sum føroyingar skulu gjalda fyri fullveldið, verður umleið 1,4 milliard kr. - hetta svarar til at avtaka so at siga allan vanliga landsskattin, netto upp á 1,558 milliard kr. árliga (meting 2018).

 

Tað, sum ein loysing kostar er ríkisveitingin 640 mió. kr. um árið, ríkisstovnar umleið 400 mió. kr. um árið sambært frágreiðing Ríkisumboðsins, og útbúgving og SU til okkara ungdóm í Danmark umleið 360 mió. kr. um árið.
 

Tjóðveldi sigur, hóast hetta samanhang, at fullveldið er nærri enn nakrantíð, og at nú er klárt at kvetta á stokkinum.
 

Men tað verður ikki sagt við einum tali og orði, hvar umleið 1,4 milliard kr. skulu koma frá her og nú - tí er hetta populistiskt og óseriøst at spæla út við.


Hetta er ein opin og relevantur og erligur spurningur til loysingarflokkarnar, men enn hava teir einki boð givið okkum upp á hendan spurningin - hvør skal gjalda prísin fyri teirrra fullveldisverkætlan?

 

Í mínari verð er tað bara vanligi skattgjaldarin og vinnan, sum skulu gjalda prísin fyri eina loysing - og m.a. við tí avleiðing, at ferð verður sett á eina stóra fólkafráflyting.

 

Hvar eru fjølmiðlarnir?

 

Kaj Leo Holm Johannesen

valevni fyri Sambandsflokkin til Fólkatingið


RN


Aftur