Heimsins frælsasta fólk

23. mai 2019


Sambandsflokkurin bjóðar veruligt frælsi og eina spennandi tilveru við hópin av møguleikum í felagsskapinum í ríkinum


Frælsi verður ofta tengt at orðinum “suverenitetur”, hóast hetta onki hevur við veruligt frælsi at gera.

 

Sambandsflokkurin vil eitt frælst fólk í bestu skipanini, ið eisini tænir fólkinum best – tað skipanina hava vit í Ríkisfelagsskapinum.

 

Vit hava heimsins besta samfelag við frælsum fólkið, ið nærmast hevur óavmarkaðar møguleikar, heima og úti. Vit hava frælsi til at fáa okkum útbúgvingar, góð størv, at arbeiða okkum upp, seta búgv vm.

 

Stór lond kring okkum taka seg saman í felagsskapir, tí tað loysir seg. Tað ger tað eisini fyri Føroyar og okkara borgarar.

 

Ríkisfelagsskapurin gevur okkum frælsi og stórar møguleikar til allar borgarar. Eisini fyritøkur hava fyrimunir við at vera við í vinnuframaskipanum, íverksetaraskipanum og útflutningsátøkum runt allan heim – umvegis okkara felagsskap.

 

Í Ríkisfelagsskapinum eru vit heimsins frælsasta fólk í heimsins besta samfelag.

 

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur