Nýtt valevni stillar upp fyri Sambandsflokkin

18. mai 2019


Jaspur Langgaard stillar upp sum nýtt valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið


Jaspur Langgaard er føddur tann 1. apríl 1970 í Leirvík. Hann eri 49 ára gamal. Eri giftur við Oliviu og saman eiga tey dreingirnar, Remi, ið er 27 ár og Beinir, ið er 19 ára gamal.

 

Jaspur Langgaard, tók útbúgving sum datamatikari í Odense í 1993, og í 2016 bleiv hann liðugur við læraraútbúgvingina í Havn. Hann hevur arbeitt innan KT og undirvísing fyrstu 15 árini, til hann í 2009 byrjaðu sum sjálvstøðugur.

 

Í dag arbeiðir hann í egnari fyritøku KREA, sum fæst við KT og samskifti. Sum yngri fór nógv tíð til frítíðarvirksemi, eitt nú skótar, fóltbólt og svimjing.

 

Sum eldri hevur frítíðin hjá honum, m.a. verið brúkt til missiónsarbeiði, renning, súkkling og bridge.

 

Orsøkin til, at Jaspur hevur játtað at stilla upp fyri sambandsflokkin, er, at Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur flokkur og ein flokkur, sum ynskir at varðveita Ríkisfelagsskapin, sum hevur tænt okkara vælferðarsamfelag, við slagorðinum: “Saman standa vit sterk.”

 

Hansara hjartamál eru:

- Vinnan skal hava góðar og tryggar karmar at arbeiða undir, innanfyri ríkisfelagsskapin

- Ríkisfelagsskapurin skal útviklast og ikki avviklast

- Yvirtaka útlendingamál  t.v.s. arbeiðs- og uppi­halds­loyvir eiga vit sjálvi í Føroyum 

- Avtalu við danir um m.a. familjusamanføringar og flóttafólk at gera

- Vit skulu eisini hava umboðan í “Det Udenrigspolitiske Nævn”

- Aktivur partur í framtíðarætlanum fyri Arktis

- Føroysk ítróttarfólk, skulu luttaka í OL eiga at umboða Føroyar

- Vit eiga at hava egna luttøku í Eurovision og øðrum altjóða kappingum

  

Sambandsflokkurin


RN


Aftur