
Sambandsflokkurin arbeiðir fyri einum tryggum búskapi.
30. august 2015
Vit skapa ein vinnudrivnan vøkstur og vælstand, sum er grundarlagið undir betri vælferðartænastum.
Í uppgongutíðum, skulu vit vísa ábyrgd og tora at tálma búskapin. Tað er í hesum tíðum, skuldin skal gjaldast, so vit brynja okkum móti krepputíðum.
Búskaparpolitikkurin skal áhaldandi taka atlit til sveiggini í búskapinum.
Búskaparpolitikkurin skal tálma sveiggini í samfelagsbúskapinum, so vit í krepputíðum føra ein miðvísan virksemis- og arbeiðsskapandi politikk fyri alt land okkara.
Svend Sivertsen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið
RN
Aftur