
Nýggjan Húsarhaldsskúla
19. august 2015
Tað er sera umráðandi, at hava fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm. Nógvir ungdómar kring landið, serstakliga gentir, hava í mong ár havt møguleika at fara á vælvirkandi Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.
Skúlin er sera væl dámdur. Ikki einans í sambandi við vanligu húsarhaldsskeiðini, men eisini hópin av øðrum fjølbroyttum skeiðum innan ymisk handarbeiði og matgerð.
Tørvur á nýggjum og størri skúla
Hølisumstøðurnar hjá skúlanum eru als ikki nøktandi, sum er. Tí er tørvur á nýggjum og størri skúla.
Í Mentamálaráðnum hava vit, saman við Húsarhaldsskúlanum og øðrum avvarðandi pørtum, longu fyrireikað bygging av nýggjum tíðarhóskandi Húsarhaldsskúla. Fyrireikingarnar eru komnar undir land og í tí sambandi er øki ávíst til skúla og búpláss til næmingarnar á Biskupstøð.
Eg havi fyrr arbeitt við at útvega Trygdarmiðstøðini góðar hølisumstøður, útbyggingum á Tekniska Skúlanum í Klaksvík og nýggjum hølum til HF-skúlan.
Um eg komi aftur á Ting, fari eg millum aðrar neyðugar útbyggingar í Norðoyggjum á sjúkrahús-, skúla-, íbúðar- og samferðsluøkinum, at arbeiða miðvíst við, at nýggi Húsarhaldsskúlin verður bygdur í Klaksvík.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið
RN
Aftur